Næmingar sluppu til roynd alíkavæl

Í morgun var brek á Sandoyarleiðini, sum hevði við sær, at vandi var fyri, at næmingar ikki sluppu av oynni til roynd á Glasi í morgun. Men tá tað kom til stykkis, so spældi alt væl av. Borgarstjórin í Skopunar kommunu fer tó at troyta møguleikan at brúka undirsjóvartunnilin, stingur ein líknandi støða seg upp

Sigurjón Einarsson
30. november 2022 kl. 12:47

Um illa vildi til, so sluppu næmingar á Glasi, sum búgva í Sandoynni, ikki til roynd í morgun. Brek var á rutuni millum Skopun og Streymoynna, og tí heitti borgarstjórin í Skopunar kommunu, Gerhard Lognberg, á Sandoyar- og Eysturoyartunnilin, um at læta ein buss sleppa at koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin.

– Eg hoyrdi frá fólki í morgun, at vandi var fyri, at nakrir næmingar, sum ganga á Glasi, ikki sluppu til roynd í morgun, tí okkurt brek var á Gomlurætt. Tí heitti eg á Sandoyar- og Eysturoyartunnilin, um tað ikki kundi lata seg gera, at ein bussur kundi koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin, so næmingar sluppu til roynd, greiðir borgarstjórin frá.

Strandferðslan sigur, at tað vóru trupulleikar við streymveitingini til ferjuleguni á Gomlurætt, og tí er ongin sigling á leið 85 í løtuni, men tað bleiv funnin ein loysn, so næmingar sluppu av oynni og til roynd á Glasi í morgun.

– Eg skilti á lagnum, at næmingarnir skuldu vera á Glasi áðrenn klokkan hálvgum tíggju, tá hurðarnar lótu aftur, men tað bar tíbetur so í bandi, at næmingarnar av sandoynni sluppu til roynd á Glasi, hóast klokkan var nakað av tíggju, tá tey komu vegin fram, sigur borgarstjórin í Skopunar kommunu.

Fer at troyta møguleikan at brúka tunnilin
Hóast tað er Sandoyar- og Eysturoyartunnilin, ið varðar av undirsjóvartunlinum, so er tað NCC, sum hevur ábyrgdina fyri tunlinum og trygdina í undirsjóvartunlinum, meðan hann er í gerð.

Stjórin í P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlum, Teitur Samuelsen, sigur í stuttari viðmerking við Dimmalætting, at tað bert er bráðfeingis sjúkraflutningur, sum er loyvdur í Sandoyartunlinum, meðan hann er í gerð.

– Eg skilti tað á lagnum, at tað handlar um trygdina hjá arbeiðsfólkinum í tunlinum, og tí bar tað ikki til at koyra ein buss ígjøgnum tunnilin, men eg vóni, at tað er upp til diskussjón, at tað fer at bera til, at ein bussur sleppur at koyra gjøgnum tunnilin, sum koyrir 20-30 kilometrar um tíman, um ein líknandi støða tekur seg upp, tí ofta er okkurt brek á Sandoyarleiðini, og fólk sleppa ikki av oynni til arbeiðis ella í skúla, sigur Gerhard Lognberg við Dimmalætting.