Næmingur á Glasi: - Skulkidagurin var friðarligari í ár enn í fjør

Ein seyður, ein genta, sum fekk ein framaná og eldávaringin fór í gongd. Tað var nakað av tí, ið hendi til árliga skulkidagin hjá næmingunum á Glasi í dag

(Mynd: R. Hjortshøj)
Sigurjón Einarsson
10. mai 2022 kl. 17:12

Tann árligi og afturvendandi skulkidagurin hjá næmingum á Glasi var á skránni í dag, har siðvenja er at fara út og tarna morgunferðsluni. Í morgun var einki undantak, men tað gekk sum heild friðarliga fyri seg, tó at onkur var eitt sindur seinur til arbeiðis.

Men til ein slíkan skulkidag er rúsdrekka ofta ein partur av degnum, og soleiðis var eisini hesa ferð, og tað hevði nakrar óhepnar hendingar og støður við sær.

Næmingur, sum Dimmalætting hevur verið í samband við, sigur frá, at millum annað varð ein seyður borin upp á sættu hædd, har hann sparlaði. Men ikki nokk við tað. Onkur helt eisini, at sparlar skuldu smyrjast upp á veggin. Hvussu seyðurin slapp út aftur vita vit ikki, men út slapp hann.

Nógvir næmingar vóru eisini útgjørdir við vatnpistólum til skulkidagin, men tað hóvaði ikki øllum at fáa ein lítlan dropa á seg, tí tað kom til ilnar millum tveir næmingar, sum tíverri endaði við, at ein drongur gav eini gentu ein undir vangan, tí hon sproytaði eitt sindur av vatni á hann.

Eldávaringin skuldi eisini roynast av til ein slíkan dag, og so máttu næmingarnir ein túr oman í høllina á Skúlanum á Fløtum, har næmingar á Glasi skulu samlast, fer eldávaringin í gongd.

Vit hoyra eisini, at innbúgv og telda vórðu tveitt útum av sættu hædd.

– Men alt í alt var skulkidagurin friðarligari í ár enn í fjør, sigur næmingurin, ið Dimmalætting hevur verið í samband við.

Afturvendandi trupulleiki
Fyri uttan árliga skulkidagin, so er tað ein afturvendandi trupulleiki á Glasi, at innbúgv ikki fær frið. Vit hoyra eisini, at neyðljós verða skrykt niður. Og so er tað eftir øllum at døma rættiliga trupult hjá næmingum á mannfólkavesinum at finna kummuna, tá næmingar skulu sleppa sær av við vatnið.

– Tað verður til tíðir pissað í eina jarnrist inni á mannfólkavesinum. Har eru eingin vindeygu, so tú kanst ætla, at tað luktar, sigur eitt starvsfólk á Glasi, ið Dimmalætting hevur verið í samband við, men sum ynskir at vera dulnevnd.

Vit í Dimmalætting kundu hugsað okkum at fingið eina viðmerking frá rektaranum á Glasi, Steinbjørn Hardli, um skulkidagin í dag og um onnur viðurskifti viðvíkjandi atburði hjá næmingum á Glasi, men hann hevur ikki vent aftur upp á fyrispurningin.

Um skúlan

Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við yvir 1.500 lesandi og 250 starvsfólkum.

Á Glasi ber til at taka yvir 30 ymsar útbúgvingar. Størsta talið av lesandi ganga á miðnámi og á yrkisnámi. Harafturat bjóðar Glasir eina røð av hægri- og víðari útbúgvingum.

Glasir er ein skúli, sum er vorðin til eftir at Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúli í Tórshavn vórðu lagdir saman í 2015.

Bygningurin er gott ov væl 20.000 fermetrar.