Næsta ár fer Tórshavnar Býráð at leggja størstan dent á tey eldru og børnini

Skattaprosentið og barnafrádrátturin verða ikki broytt næsta ár

Áki Bertholdsen
28. november 2024 kl. 15:57

Tórshavnar Býráð fer nú at samtykkja fíggjarætlanina fyri næsta ár í tí samandi heldur meirilutin, at bæði skattaprosent og barnafrádráttur skulu verða tað sama næsta ár, sum í ár.

Tað merkir, at kommunuskatturin verður framhaldandi 19 prosent pg barnafrádrátturin verður framhaldandi 9.000 krónur fyri barnið.

Næsta ár verða inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu, 1,367 milliardir. Kommunuskatturin verður 1,1 milliard og tað er 3,7 prosent meiri enn í ár.

Rakstrarútreiðslurnar hjá Tórshavnar Kommunu verða góðar 1,1 milliard og tá er Tórshavnar Havn ikki tald við. Tað er 7,59 prosent meiri enn í ár.

Í 2025 verða rentuútreiðslurnar og avdráttirnir hjá Tórshavnar Kommunu nakað minni enn á fíggjarlógini fyri í ár. Rentuútreiðslurnar verða 10,962 milliónir og avdráttirnir verða góðar 22,733 milliónir.

Fíggjarstøðan hjá Tórshavnar Kommunu er góð, sigur býráðið. Skuldin er 350 milliónir og tað er 17 prosent av einari álíkning.

Tilsamans verða íløgur gjørdar fyri 284 milliónir og tað eru tvær stórar íløgur, sum loypa í eyguni. Í hesum sambandi verða 50 milliónir settar av til nýtt røkatheim við røktaríbúðum og tað er størsta íløgan hjá kommununi næsta ár.

Annars verða dagstovnurin á Argjahamri bygdur út fyri 35 milliónir og frítíðarskúlin við Botnánna í Kollafjørði fær 19 milliónir.

Somuleiðis verða 15 milliónir settar av til kloakkir og tað er tríggjar ferðir so nógv sum í ár. Harumframt verða 13 milliónir settar av til at bøta um renovatiónina.

Tvær milliónir eru settar av til parkering, men ætlaði parkeringstunnilin undir Havnini er heldur ikki á fíggjarætlanini fyri næsta ár.