Næsta Eurovision verður í Bretlandi - ikki í Ukraina

Eurovision verður ikki í Ukraina, men í Bretlandi. Enn er óvist, hvør bretskur býur skal vera vertur

Soleiðis sá tað út í mai í ár, tá Italia var vertur fyri Eurovision. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
25. juli 2022 kl. 16:30

Stóra tónleikakappingin Eurovision, sum ukrainski bólkurin, Kalush Orchestra, vann fyrr í ár, verður í komandi ár hildin í Bretlandi. Hesum hevur Eurovision boðað frá á heimasíðu teirra í dag.

Vanligt er, at landi, ið vinnur Eurovision skal vera verttjóð til komandi kapping, men Ukraina verður ikki karmur rundanum kappingina í næsta ár, av givnum orsøkum. Tað avgerðina tók European Broadcast Union (EBU), ið skipar fyri Eurovision, fyri einum mánað síðani.

Tað er bretski miðilin BBC, ið skal standa á odda fyri at framleiða Eurovision-sendingina. Samanlagt hevur BBC skipað fyri framleiðsluni átta ferðir.

Enn er óvist, hvør bretskur býur skal vera vertur. Frá í dag av kunnu bretskir býir søkja um at gerast vertir fyri stóru tónleikakappingini. Fleiri bretskir politikarar hava longu óalment boðað frá, at teir ynskja at fáa Eurovision til teirra bý.