Ongi úrslit

Næstan 5.000 føroyingar búgva einsamallir

Í dag eru 394 fleiri húski í Føroyum enn fyri einum ári síðani

Áki Bertholdsen
18. sepember 2023 kl. 12:30

Nú eru 19.187 húski í Føroyum.  Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Tað merkir, at nú eru 394 húski fleiri kring landið enn tað vóru fyri einum ári síðani, tá ið tað vóru 18.793 húski í landinum.

Men tað merkir eisini, at hesi seinastu árini er talið alsamt vaksið, tí 2010 vóru 16.024 húski í landinum, ella yvir 3.000 húski færri enn tað eru nú.

Men uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at størsti bólkurin á húskum, eru húski, har tað bara búgva vaksin fólk. 

Nógv tann størsti bólkurin eru húski, har tað bara býr eitt fólk. Tað er nevniliga í meiri enn fjórða hvørjum húski, ella í 4.968 húskjum, at tað bara býr eitt einsamalt fólk.

Næststørsti bólkurin er húski, har tað bara búgva tvey vaksin fólk, tey eru 4.692 í tali. Og triðstørsti bólkurin av øllum, eru húski, har tað bara búgva trý vaksin, og tað eru 2.684 húski, har tað bara búgva trý vaksin fólk.

Tað merkir, at í næstan øðrum hvørjum húski, er í 9.660 húskjum eru tað bara vaksin fólk. Sostatt eru tað12.344 húski, ella tveir triðingar av øllum húskjum, har tað bara búgva vaksin fólk. 

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14