Nakrir tankar um "Kanst tú siga farvæl": Seta Føroyar í eitt ómetaliga keðiligt ljós

- Hetta haldi eg onkursvegna, at KVF ger við vilja fyri at fáa hyggjaratalið upp

Astrið Breckmann
29. november 2024 kl. 22:20

Nakrir tankar, eg siti eftir við, eftir at hava sæð báðar sendingarnar "Kanst tú siga farvæl", ið KVF hevur framleitt...

- Eg haldi, at enn eina ferð megnar KVF at seta Føroyar í eitt ómetaliga neiligt og keðiligt ljós við sínum sendingum. Faktiskt, tá ið eg hugsi um tað, so eru tað bara sendingarnar hjá Súna Merkisstein, sum gera, at eg siti eftir við einari kenslu av, at eg eri errin av at vera føroyingur, at eg elski Føroyar, at eg vil stríðast fyri Føroyar, at eg velji Føroyar og slagorðið: Alt fyri Føroyar! 

- Hetta haldi eg onkursvegna, at KVF ger við vilja fyri at fáa hyggjaratalið upp. Onkursvegna tíma fólk nógv betur at hoyra keðilig heldur enn góð tíðindi. Hetta er eisini kent uttanlands.

- Tá ið vit sóu tey ungu, ið vóru niðri í Danmark, var sólskin, tey vóru úti í sólini, inni var litríkt og ljóst, vit hoyrdu pumpandi diskotónleik, ja, alt sá spennandi út. 

- Tað sindrið, vit sóu um tey lesandi í Føroyum og av Setrinum, var hvítt, kliniskt, kavrotið, neiligt, keðiligur tónleikur, og vit sóu nøkur fá tandur sita í eini skúlastovu.

Aftur: Hetta eri eg sannførd um, at KVF (framleiðararnir) ger við vilja.

Nú haldi eg, at KVF skyldar okkum, sum faktiskt búgva her og gjalda fyri KVF, at gera eina sending um, hví VIT, sum velja Føroyar, eru her. 

Hvat elska vit við Føroyum? Hví velja vit at lesa her? Er tað bara keðiligt, at vit t.d. eisini arbeiða, meðan vit lesa?

Nú eri eg 42 ára gomul, so tað er eitt sindur síðan, at eg valdi at lesa í Føroyum. Men tað var FANTASTISKT! Eg gekk á FLSK - Føroya Læraraskúla, sum nú er lagdur undir Setrið, og eg vaskaði um kvøldarnar. Maður mín arbeiddi fulla tíð sum grannskoðari og las sum sjálvlesandi, fyrst HD og so Cand. Merc. Aud. Vit búðu aldrin aðrastaðni enn í Føroyum. Men vit ferðaðust nógv og upplivdu alt møguligt. Vit vildu bara heldur búgva her enn uttanlands.

FLSK og fantastisku lærararnir, eg hevði har (eg má nevna teir: Jonhard Mikkelsen, enskt og føroyskt, Árni Dahl, føroyskt, André Niclasen, týskt, Dagbjartur Debes, søga, Rógvi Thomsen, námsfrøði, Karolina Matras, sálarfrøði og Randi Mohr, samfelagsfrøði og danskt.

Eg eri tykkum æviga takksom fyri dýrabaru barlastina og lærdómin ), og hini lesandi, serliga floksfelagarnir, vóru við til at mynda meg til tann, eg eri í dag. Eg hevði ikki elskað Føroyar og føroyska málið so nógv, sum eg geri, um tað ikki var fyri fólkini í FLSK. 

Tá vóru tað eini 150, sum søktu inn á læraraútbúgvingina um árið, men bert 24 sluppu inn. Tað kravdi nakað heilt serligt at sleppa inn, og hugt varð at nógvum ymiskum, ikki bert støðumetum. So eg visti, at eg gekk í flokki við nøkrum av gløggastu heilunum í landinum (floytið á Jantelógina tit! Ja, vit lærarar vóru og eru nakað serligt! Og sama er galdandi fyri námsfrøðingarnar á FLSK! ).

Vit vistu eisini, hvussu ræðuliga lætt tað var at koma inn á "lærerseminarie" í Danmark, so vit vóru nokkso errin... Tað kula var, at vit 24 vóru heilt frá 21 ára gomul upp ímóti 40 ára gomul, so vit vóru saman við øllum sløgum av fólki á ymsum støði í lívinum.

Hetta var sera læruríkt, og hetta manglar á nógvum lærustovnum uttanlands, eg havi serliga hoyrt um hetta úr fróðskaparsetrum í USA, har tað næstan bara eru ung, ið lesa.

Millum student og FLSK arbeiddi eg í uml. 1,5 ár (var í Sambia í nakrar mánaðir eftir student), og akkurát tá kendist tað, sum allir mínir javnaldrar vóru farnir uttanlands. - Eg svav hjá onkrum vinkonum á Oyrasundi millum flogferðir á mínum uttanlandsferðum, og har fann eg so útav, at har hevði eg so aldrin viljað búð. 

Men eg eri eisini bæði frá eini aðrari tíð og havi ein annan uppvøkstur enn onnur. 

Abbi mín, Ludvík Breckmann (pápi pápa mín, ið tíverri doyði alt ov ungur fyri mína tíð), og tann, eg kallaði Palli abbi, Tummas Pauli Christiansen (hann var giftur við fastur pápa mín), áttu eina heilsølu saman. Teir vóru sjálvstýrismenn, ultra Fólkaflokk og elskaðu Torstein Petersen.

Teir brúktu alt sítt lív til at innflyta vøru aðrastaðni frá enn úr Danmark. Teir vildu prógva, at vit kundu klára okkum uttan danska vøru og uttan Danmark. Teir umboðaðu m.a. Cadbury, Caterpillar, Brøyt, Helly Hansen og nógv onnur merki úr m.ø. Bretlandi, Noregi og Týsklandi.

Danir vóru ræðuligir móti teimum og royndu altíð at gera lívið strævið ella ótolandi. Men teir báðir góvu seg ikki! So pápi mín fór sum fyrsti føroyingur at lesa aðrastaðni enn í Danmark. Hann fór til Edinburgh og síðani til Bristol at lesa. 

Tá ið eg so valdi at lesa á FLSK, vóru fult av føroyingum, sum lósu m.a. í Skotlandi og aðrastaðni. Tað var so spennandi, tí tey fóru aðrastaðni at lesa enn í Danmark. Og tey komu aftur við nøkrum heilt øðrum upplivingum og høvdu nakað heilt annað at geva, tá ið tey komu heimaftur. Og vit hildu, at hetta fór at halda á! At fleiri og fleiri fóru at lesa her heima og aðrastaðni enn í Danmark. 

Men tað er til mína stóru sorg og eitt satt vónbrot, at tað sær út, sum tann gongdin er vend.

Tey ungu í hesari sendingini fóru ØLL til Danmarkar. 

Tey tyktust mær naiv og forkelað. Og hvør hevði ikki verið tað? Tí sendingin fekk tað at tykjast sum Danmark er eitt slaraffelland! Eingin líður neyð í kæra mor Danmark! Tú fært alt serverað á einum silvurfati! Sólskin allan dagin, einki arbeiði og tær nýtist nærum heldur ikki at ganga í skúla! Vinir, sólskin, alt er ókeypis og so diskotónleikur afturat!

Og eftir hesa sendingina, um øll eru so naiv, sum tey tykjast, so fara enn fleiri at lesa niðri ella at flyta niður. Føroyar eru bara tann reina neyð, armóð og elendigheit...

So væl klárað kæra KVF - enn eina ferð...

Tá ið Erika Hayfield so sigur, at okkum manglar hesi fólkini í okkara samfelag, so havi eg hug at viðmerkja, at sjálvandi vilja vit hava okkara ungu heimaaftur. Men eg havi eisini hug at vísa á, at eg meti tað vera ósunt fyri okkum í Føroyum, tá ið ØLL okkara ungu lesa og búgva á sama staði, og tá meini eg sjálvandi í sama landi. 

Eg kann bara tosa fyri meg sjálva. Eg havi aldrin búð í Danmark. Eg havi aldrin verið í Danmark í meira enn 2 vikur (og tað var, tá ið eg var 14 ára gomul). Eg havi einki við Danmark at gera. Danmark er eitt fjart útland fyri meg. Eg eri persónliga kristin, fólkafloksfólk og sjálvstýrisfólk, eg stríðist fyri okkara máli og fyri Føroyum hvønn einasta dag.

Føli eg, at mær manglar hesi fólkini, sum koma heimaftur (ella ikki koma heimaftur men bara blanda seg upp í alt, sum hendir í Føroyum úr Danmark) bara fyri at royna at gera Føroyar til eitt MINI Danmark? Føli eg, at Føroyar høvdu verið betri, um fólk, ið halda seg hava upplivað "útheimin" men í veruleikanum bara hava upplivað eitt pinkulítið vinstravent trygdarnet av einum landi, sum eitur Danmark, koma aftur at siga okkum, hvussu Føroyar skulu vera og skulu stýrast? Fólk, sum halda, at landið, tey búgva í, skyldar teimum alt, men tey skylda einki? Fólk, sum aldrin so mikið sum hava arbeitt og goldið skatt? Nei, eg kenni meg als ikki aftur í hesum fólkunum. 

Og um hesum serfrøðingunum dámar tað ella ei, so eru tað VIT - fólkið í Føroyum, sum mynda Føroyar, soleiðis sum tær skulu vera, og soleiðis sum tær eru. VIT, sum hvønn dag velja Føroyar og stríðast fyri at gera Føroyar betri. - Ikki øll tey fólkini, ið mangla, ella tey, ið velja ikki at byggja land.

- So havi eg hug at spyrja: hvussu nógv av øllum fólkunum í hesum sendingunum, sum búðu niðri, heltu til vinstru politiskt? Tí eg upplivdi, at sendingin tyktist at hava eina ómetaliga vinstravenda slagsíðu. Eina neiliga, keðiliga, anti-føroyska, pro-danska, vinstravenda slagsíðu. Var tað eisini meiningin við sendingini?

Einaferð spurdi eg pápa mín, hví hann kom heimaftur eftir 7 ár í Bretlandi. Pápi hansara doyði, júst sum hann kom heim, Føroyar vóru lítið útbygdar og ikki væl fyri fíggjarliga. Nærum eingin trúði uppá, at vit nakrantíð kundu gerast annað enn ein donsk provins.

Eg: "Babba, hví komst tú heimaftur til Føroya?"

Babba: "Eg visti altíð, at eg mátti koma heimaftur. Tað var ongantíð ein spurningur, um eg skuldi koma heim ella ikki. Eg skuldi og vildi gera ein mun. 

Hví velur nakar at vera ein lítil fiskur í einum stórum vatni, tá ið tú kanst vera í Føroyum og vera ein stórur fiskur í einum lítlum vatni?"

Og ja, eg veit ómetaliga væl, at vit skulu arbeiða hart fyri at gera Føroyar betri. Tað var eisini tað, sum øll mín valkampanja til býráðsvalið handlaði um. Tað var tí, eg stillaði upp. Eg geri einki hálvt, og sum sagt verður á enskum "it's both a blessing and a curse", hesin alskurin til Føroyar. Tað, at eg undir ongum umstøðum vil geva upp ella sleppa ella bara seta meg niður at vera neilig ella gremja meg. Aldrin!

Mítt lívsslogan er: Alt fyri Jesus og alt fyri Føroyar! 

Og sum Luther segði á sinni: Her standi eg, eg kann ikki annað.