Næraberg seldur av landinum

P/f Næraberg hevur gjørt avtalu við útlendskan keypara at selja Næraberg av landinum. Einki verður sagt um hvør keyparin er

Sveinur Tróndarson
22. september 2021 kl. 22:29

Næraberg er seldur.

Tað boðar felagið frá í kvøld í skrivi í kvøld.

- Stórsti parturin av kvotuni hjá felagnum er svartkjaftur og felagið hevur síðani felagið varð stovnað fyri meira enn 20 árum síðani roynt at virðisøkja svartkjaftin umborð og at framleiða hann til matna. Hetta arbeiðið hevur verið spennandi og hevur skapt nógv føroysk arbeiðspláss, men tað hevur tíverri ikki eydnast at fáa lønandi vinnu burturúr, skrivar felagið.

Víðari skrivar felagið, at man ikki metur tað vera fíggjarliga forsvarligt at halda áfram við hesi verkætlan at framleiða til matna umborð.

- Felagið hevur tí tikið støðu til fyribils at støðga at framleiða svartjaft umborð og tí verður Næraberg seldur. Kvoturnar verða framyvir fiskaðar av Norðingi og Borgaranum, sum felagið eisini eigur, skrivar pf. Næraberg í skrivinum.