Nato: Tekin um at Kina umhugsar vápnastuðul til Russland

Sambært Nato aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, hevur Kina ikki latið vápn til Russland enn, men okkurt týðir á, at vápnastuðul er ávegis

Ragnar Sjúrðarson
23. februar 2023 kl. 17:50

-    Vit hava ikki sæð deyðiligan stuðul frá Kina til Russland, men vit hava sæð tekin um, at Kina umhugsar tað og møuguliga leggur ætlanir um russiskan vápnastuðul, sigur Stoltenberg við Reuters.

Týski kanslarin, Olaf Scholz, sigur, at hann hevur boðað Kina frá, at vápnastuðul til Russland avgjørt ikki verður góðtikin.

Kinesiski varasendiharrin, Dai Bing, segði á aðalfundinum hjá ST í dag, at grummi veruleikin prógvar, at tað at senda vápn ikki elvir til frið.

-    At oysa benzin á bálið fer einans at økja um spenningin, sigur Dai Bing.