Náttarlívið stongt í tvey vikuskifti afturat

Myndugleikarnir hava dagført tilmælini um, hvussu vit skulu bera okkum at í hesi koronatíðini, og tað inniber, at matstovur og skeinkistøð eisini næstu tvey vikuskiftini bara sleppa at hava opið til klokkan 22

Sveinur Tróndarson
7. januar 2021 kl. 16:49

Tað gongur ein tíð enn, áðrenn fólk sleppa at hugna sær í matstovum og skeinkistøðum í býnum eftir klokkan tíggju.

Sambært tilmælunum skulu tey, sum vit vanliga seta í samband við náttarlívið, framhaldandi bara hava opið til út á kvøldið.

Myndugleikarnir valdu at seta hesa avmarking á fyrst í desember mánað og nakað inn í januar mánað, men nú veit Dimmalætting frá væl vitandi keldum, at tilmælini vera longd at galda tvey vikuskifti afturat.

Á føroysku koronaheimasíðuni stendur at lesa, hvørji almennu tilmælini eru, og har stendur eisini, at tilmælini eru dagførd í dag 7. januar, og har stendur, at avmarkingarnar vera galdandi fram til 17. januar.

Tað var fyri at avmarka talið av tilburðum, at myndugleikarnir settu tiltøkini í verk. Tá var talið av tilburðum ikki so høgt, men sum desember mánaði leið og ársskiftið við, er talið økt, so tað nú eru 59 fólk, sum eru koronasmittað í Føroyum.

Samanlagt hava 643 føroyingar verið smittaðir, men av teimum eru 584 vorðnir frískir aftur. Tað var nú heldur ikki fyrr enn í hesi vikuni, at nakar føroyingur er deyður við korona, so hóast føroysku tølini lutfalsliga hava verið rættiliga høg, hevur trýstið á føroyska samfelagið og føroyska heilsuverkið ikki verið heilt so ógvusligt sum fryktast kundi fyri.