Navalny - seinasti filmur hjá Filmsfelagnum áðrenn summarferiuna

Heimildarfilmurin um fremsta andstøðingin hjá Vladimir Putin verður vístur í Filmsfelagnum komandi mikukvøld

Tíðindaskriv
19. mai 2022 kl. 11:14

Mikudagin í komandi viku sýnir Filmsfelagið nýggja heimildarfilmin ”Navalny”.

Tá filmurin varð frumsýndur á Sundance Film Festival í ár, vann hann bæði Audience Award og Festival Favorite Award. Heiðursgongdin helt fram, tá “Navalny” varð vístur á filmstevnuni CPH:DOX í ár. Umframt at fáa fimm- og seksstjørnað ummæli, reistust fólk í tign eftir lidnu biografsýningina í Keypmannahavn.

”Navalny” verður lýstur sum ein nøtrisøga av heimildarslag, ið lýsir politikk, mutur, maktina hjá Putin og framtíðina hjá Russlandi.

Í høvuðsleiklutinum síggja vit hin bæði djarva og tolna andstøðupolitikaran, Aleksej Navalnyj (f.1976), sum eftir drúgvan dóm situr í russiskum fangahúsi. Í filminum kannar hann skakandi morðætlanirnar, hann sjálvur er fyri.

Filmsummælarin hjá The Guardian skrivar: “If you’re coming in with a blank slate, then Navalny is a feast of evermore unbelievable details and a window into a movement against a state of increasingly boldfaced, demeaning lies.”

Eftir sýningina fer Filmsfelagið í summarferiu. Fyrst í august verða sýningar við nýggjum ísraelskum heimildarfilmum í Løkshøll, sum ísraelski sendiharrin fer at innleiða.

60 ár og fýra klassikarar
Regluligu mikudagssýningarnar í Havnar Bio byrja aftur mikukvøldið 24. august við skotska klassikaranum “Trainspotting” (1996). Hetta er fyrsti av fýra filmsklassikarum, sum Filmsfelagið, ið fyllir 60 ár hin 7. oktober, hevur fingið við góðari hjálp frá Jesper Andersen, sum er programmleiðari í Cinemateket í Danska Filmshúsinum.

Hinir tríggir filmsklassikararnir eru ”One Flew Over the Cuckoo's Nest” (1975), sum verður sýndur 7. september, “Some Like It Hot” (1959), sum verður sýndur 21. september og “Psycho” (1960), sum verður sýndur 5. oktober - tveir dagar fyri, at Filmsfelagið, sum varð stovnað í Havnar Bio, fyllir 60 ár.

Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.

Filmsfelagið 25/5 klokkan 20: "Navalny" (Daniel Roher, USA 2022, 98 min)

Leys Størv