Navnabroyting hjá Bakkafrost í Skotlandi

The Scottish Salmon Company (SSC), sum Bakkafrost keypti í 2019, hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur broytt navn til Bakkafrost Scotland

Sigurjón Einarsson
21. juni 2022 kl. 15:56

Síðan Bakkafrost keypti The Scottish Salmon Company í 2019, hevur skotski parturin itið tað sama – inntil í dag, tí í tíðindaskrivi boðar Bakkafrost frá, at The Scottish Salmon Company eitur nú Bakkafrost Scotland.

Sum liður í fimm ára burðardyggu íløguætlanini hjá Bakkafrost, fer Bakkafrost-samtakið at gera íløgur fyri umleið 6,2 milliardir krónur til tess at økja um "burðardyggu framleiðsluna av hágóðsku laksi" við meira enn 40 prosentum. Ein munandi partur av hesum íløgum verða framdar í Skotlandi.

Bakkafrost skrivar, at navnabroytingin av skotska virkseminum skal stuðla undir, at samtakið virkar sum eitt felag við aling í tveimum londum, og at málini um burðardyggan vøkstur, sum samtakið hevur sett sær fyri, verða rokkin.

– Navnabroytingin til Bakkafrost Scotland er ein varði í okkara “One Company”-strategi, ið hevur til endamáls at gagnnýta styrkirnar í báðum feløgum og at deila royndir, soleiðis at vit gerast enn betri. Navnabroytingin vísir eisini, at skotska virksemið nú er ein samantvinnaður partur av Bakkafrost-samtakinum, og vit síggja fram ímóti at síggja úrslitini av okkara íløguætlan, ið fer at skapa størv og vøkstur í lokalsamfeløgunum, sigur Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost-samtakinum í tíðindaskrivinum.

Fleiri enn 600 fólk starvast í Bakkafrost Scotland. Virksemið er í høvuðsheitum staðsett í vestara parti av Skotlandi og á Hebridunum, har Bakkafrost hevur fleiri enn 60 aliøki. Bakkafrost hevur harumframt júst latið upp nýggja høvuðsskrivstovu í Drumsheugh Gardens í Edinburgh, har meginparturin av umsitingini heldur til.