Sunnudagin klokkan 14.30 fara Føroyar at spæla aftur í EM endaspælinum í hondbólti í Sveis. Síðstu 20 minuttirnar í vísti føroyska liðið, hvat veruliga býr í tí. Eftir sera lítið sannførandi føroyskt avrik var hálvleiksstøðan 13-7 til heimaliðið.
Tølini siga, at tað ikki bilaði í verjupartinum, og at tað var heilt forgjørt í álopsspartinum.
-Vit vóru ikki rætt innstillaðar frá fyrsta bríksli. Ivaleyst ávirkaði tað, at vit ikki hava verið í hesi støðuni áður, og tað bar aftur við sær, at vit gjørdu nógv sera kostnaðarmikil mistøk, sigur Jana Mittún í samrøðu við Sáru Jógvansdóttir í Kringvarpi Føroya.
Saman við strikuspælaranum Pernille Brandenborg var hon føroyskur toppskjútti við sjey málum. Tað endaði við, at Sveis vann 28-25.
Jana Mittún plagar at vera sera eyðsýnd í álopspartinum. Tað var hon ikki í fyrra hálvleiki, men sum seinni hálvleikur leið, var hon í rætta essinum.
-Vit iðra okkum, tí vit kenna tað soleiðis, at vit kundu havt vunnið stig ímóti Sveis, men tað gjørdi tað ikki, tí avrikið var so lítið sannførandi í fyrra hálvleiki, sigur Jana Mittún.