Nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur skipað seg eftir nevndarvalið

Nývald í nevndina er Linda Arnfríðardóttir Jacobsen og nýggjur tiltakslimur er Rói Hjaltalin

Tíðindaskriv
9. mai 2021 kl. 09:00

Rakul í Gerðinum er forkvinna, Bingerð Hjalmarsdóttir heldur fram sum næstforkvinna og Louisa Maria Eliasen, Malan Hansen og Linda Arnfríðardótir Jacobsen eru nevndarlimir.

Tiltakslimir eru Elisabeth Eið Eliasen og Rói Hjaltalin.

Felagið er farið undir eitt átak at varpa ljós á eldraøkið, nú gongd er komin á eftirmetingina av eldranýskipanini. Við temafrágreiðingini hjá Búskaparráðnum er eisini grundarlag fyri, meira ítøkiligt, at kunna arbeiða miðvíst við at gera batar á eldraøkinum.

Útbúgvingarviðurskifti hjá heilsurøktarum í síni heild, eru somuleiðis nakað, sum Heilsurøktarafelagið hevur hugt nærri at seinastu tíðina, saman við avvarandi myndugleikum. Tað snýr seg serliga um eftiutbúgvingarmøguleikar hjá heilsurøktarum og um hvørjar møguleikar, heilsurøktarar hava at nýta sínar fakligu førleikar í dagliga yrkinum, eins væl og møguleikarnar at lesa víðari. Og so er tað eisini sjálvsagt, at fleiri næmingar mugu takast inn á heilsurøktaraútbúgvingina á hvørjum ári, nú tað er staðfest, at har sum heilsurøktarar starvast, tað er á almannaøkinum, í eldrarøktini og sjúkrahúsverkinum, fara at mangla 700 starvsfólk, komandi 10 árini.

Eisini er nevndin farin undir at kanna trivnaðin millum limir felagsins. Í tí sambandi er spurnarblað sent til limirnar at svara. Kanningin snýr seg um arbeiðsumstøðurnar og trivnaðin, sum heild hjá heilsurøktarum og øðrum limum í Heilsurøktarafelagnum, allastaðni, har tey arbeiða. Tað veri seg í sjúkrahúsverkinum – psykiatriska eins væl og somatiska partinum -  í Almannaverkinum og í eldrasamstørvunum runt um í landinum.

Nevndin vónar at fáa nóg nógv svar inn frá kanningini til fáa eina haldgóða meting av arbeiðstrivnaðinum hjá limunum.