Neyðtøkumálið móti Teiti Skoubo byrjað

Føroyska realitystjørnan er ákærd fyri neyðtøku, men Teitur Skoubo noktar seg sekan. - Hon hevur oyðilagt mítt lív, segði Teitur Skoubo í rættinum í morgun

Steinar Patursson
23. mai 2022 kl. 13:26

Neyðtøkumálið móti føroysku realitystjørnuni, Teitur Skoubo, byrjaði í morgun í rættinum í Odense.

Tað var 28. november í fjør, at ein 25 ára gomul kvinna meldaði Teit Skoubo, eftir at tey vóru farin heim úr býnum í eina íbúð í Odense. Kvinnan vil vera við, at Teitur Skoubo neyðtók seg, umframt at hann sló hana fimm ferðir í andlitið.

Teitur Skoubo noktar seg sekan, og í rættinum í morgun greiddi hann sambært Ekstrabladet frá, at sló kvinnuna sum partur av samleguni, tí hann hevði spurt hana, um hon var til ”hart sex”, sum hon síðani hevði svarað játtandi.

Teitur Skoubo greiddi síðani frá, at kvinnan datt á gólv, tá hann hevði givið henni ein lúsing, men at hetta var eitt óhapp.

- Hon hevur oyðilagt mítt lív. Eg havi ongantíð følt nakað so órættvíst, segði Teitur Skoubo í rættinum sambært Ekstrabladet.

Teitur Skoubo legði eisini aftrat, at ákæran hevur verið ein fíggjarligur smeitur, tí at umframt at hava mist lýsingarinntøkur umvegis instagram, so var hann eisini venjari hjá nógvum ungum kvinnum, ið vildu tapa seg nøkur kilo, og ákæran hevur havt negativa ávirkan fyri hett starvið.

Frágreiðingin hjá kvinnuni gekk fyri seg fyri stongdar dyr, skrivar Ekstrabladet.

Hóast tíðindafólk hava verið til staðar í rættinum fyrrapartin, hava tey nú fingið boð frá dómaranum um at sløkkja telefonirnar, og av somu orsøk verða tíðindi frá rættinum ikki løgd beinleiðis út á netið meira.

Dagarnir í morgin og í ovurmorgin eru lagdir av til rættarmálið.