Niels Juel Arge nýggjur stjóri á Strandferðsluni

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen hevur gjørt av at seta Niels Juel Arge í starv sum stjóra á Strandferðsluni

Kristian Waag Dam
28. september 2022 kl. 12:32

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen hevur gjørt av at seta Niels Juel Arge í starv sum stjóra á Strandferðsluni. Hesum boðar miðilin in.fo frá.

- Við sínum yrkisroyndum í almennari fyrisiting, og í privatum virkjum, er Niels Juel Arge væl skikkaður til starvið sum stjóri á Strandferðsluni, sigur Uni Rasmussen sambært in.fo.

Niels Juel Arge er ikki eitt ókent navn í Strandferðsluni. Hann hevur áður starvast sum fíggjarstjóri á Strandferðsluni í tveimum umførum. Í 2007 var hann haraftrat fyribilsstjóri á Strandferðsluni. Í løtuni starvast hann sum fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu.

Eftir ætlan byrjar Niels Juel Arge í starvinum tann 1. novembur. Hann tekur við eftir Hilmar Eliasen, sum legði frá sær fyrr í ár.