Ongi úrslit

Níggju el-næmingar á Glasi smittaðir

Níggju el-næmingar á yrkisrættaða økinum á Glasi eru smittaðir við koronu, og komandi vikuna verður fjarundirvísing. Á gymnasiala økinum er eingin smittaður, men seks næmingar eru í sóttarhaldi, upplýsir Steinbjørn Hardlei, rektari.

Katrin Erlendsdóttir
24. mai 2021 kl. 14:36

Koronusmittan ger aftur um seg á Glasi, og hesaferð rakar hon yrkisrættaða økið í skúlanum.

- Í løtuni eru níggju næmingar á eløkinum, tað er í trimum flokkum, smittaðir positivt, sigur Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi.

Øll tey smittaðu eru innan yrkisrættaða økið, í hesum førinum eløkið, og eingin á gymnasiala økinum er smittaður, upplýsir rektarin, sum er í tøttum samstarvi við myndugleikarnar um, hvussu farast skal fram komandi dagarnar.

- Ein stórur partur av okkara yrkisrættaða øki verður lagdur niður, og næmingarnir eru settir í sóttarhald til næsta mánadag tann 31. mai. Undirvísingin verður sum fjarundirvísing á Teams, greiðir hann frá.

Hendan støðan rakar tó langt frá allar teir mongu næmingarnar á Glasi, tí eingin á gymnasialu útbúgvingunum er smittaður í løtuni. Gymnasialu næmingarnir hava próvtøkur og ársroyndir sum vanligt, upplýsir rektarin, sum tó leggur dent á, at skúlin allatíðina fylgir gongdini, sum kann broytast skjótt. 

Seks næmingar á gymnasialu útbúgvingunum eru í sóttarhaldi, og teir fara sum vanligt upp til sjúkrapróvtøku seinni í ár.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

Í gjár kl. 08:56

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

Í gjár kl. 18:42

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25