Niklas manglar bara Georgia

Niklas á Líðarenda hevur verið dómari í føroyskum fótbólti í fleiri ár. Nú er hann dómaraeygleiðari og ferðast kring alt Evropa at meta um dómaraavrik. Hann hevur vitjað 54 UEFA-lond, og nú er bert eitt land eftir, Georgia

Niklas á Líðarenda í Aserbadjan (Mynd: FSF)
Sigurjón Einarsson
5. august 2022 kl. 12:27

Í UEFA eru 55 limalond. Gøtumaðurin Niklas á Líðarenda hevur vitjað 54 av teimum í sínum yrki sum dómaraeygleiðari.

Síðst í juli mánað høvdu hann og Lassin Isaksen uppgávur í UEFA Europa Conference League.

Niklas á Líðarenda var í Aserbadjan, har hann eygleiddi eysturríksku dómararnar í dystinum millum Gabala FK og Fehérvár FC úr Ungarn.

Av teimum 55 londunum, sum eru limir í UEFA, hevur Niklas á Líðarenda nú verið í 54. Einasta landið, ið eftir er at vitja, er Georgia.

Niklas var í síni tíð ein av teimum bestu dómarunum í føroysku kappingini, men hevur tey seinnu árini verið dómaraeygleiðari. Hann var millum annað í Reykjavík í 2017, tá Ísland fyri fyrstu ferð vann seg víðari til eitt HM-endaspæl við at vinna 2-0 á Kosovo. Tað var til HM-endaspælið í Russlandi í 2018.

Lassin Isaksen, sum eisini var drúgvur fótbóltsdómari í føroysku kappingini, ferðast til dystir úti í Evropa sum dómaraeygleiðari. Lassin var seinast í Svøríki, har hann eygleiddi dómarar úr Ísrael, ið dømdu dystin millum Djurgårdens IF og kroatiska liðið, NK Rijeka – eisini í UEFA Europa Conference League. Tann dystin vann Djurgården 2-0.

Lassin Isaksen í Svøríki, har hann eygleiddi dómarakvartett úr Ísrael (Mynd: FSF)

Kelda: Fótbóltssamband Føroya