Noah: Ein fantastisk kensla

Noah Mneney spældi sín fyrsta landsdyst í kvøld í 1-1 javnleikinum móti Kosovo. Hann hevur longi havt ein dreym at spæla á landsliðnum, og í kvøld gjørdist dreymurin veruleiki

Noah Mneney spældi sín fyrsta landsdyst í kvøld, og stríddist væl á miðvøllinum (Mynd: Sigurjón Einarsson)
Sigurjón Einarsson, Pristina
19. november 2022 kl. 20:59

- Hetta er ein fantastisk kensla. Hetta er nakað, eg havi droymt um longi.

Tað sigur fuglfirðingurin í Gøtu, Noah Mneney, ið spældi sín fyrsta A-landsdyst í kvøld.

Noah sigur, at hann hevur longi havt ein dreym at spæla á landsliðnum, og í kvøld gjørdist dreymurin veruleiki.

Nú hevur hann sett sær fyri at venja meira og gerast betri, soleiðis at føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, kann brúka hann til tann miðvallarin, hann hevur brúk fyri á landsliðnum.

Hoyr samrøðuna við Noah Mneney her: