Nógv færri føroyingar fáa hjartaslag nú enn fyri 20 árum síðani

Talið á teimum, sum doyggja av krabbameini, er ikki nógv broytt, men nógv fleiri doyggja av øðrum sjúkum

Kirkjugarðurin í Havn úr luftini. Myndin er frá Umhvøvisstovuni
Áki Bertholdsen
2. juni 2023 kl. 11:17

Tað eru nógv færri fólk, sum doyggja av hjartasjúkum og æðrasjúkum nú enn tað vóru fyri 20 árum síðani. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

Men samstundis vísir uppgerðin, at talið á teimum, sum doyggja av krabbameini, er ikki broytt nógv. Men hinvegin er talið á teimum, sum doyggja av øðrum sjúkum, nógv hækkað:

Hjarta-og æðrasjúkur vóru 42% av deyðsorsøkunum við aldarskiftið  nú eru tær 25%

Krabbamein var 24% av deyðsorsøkunum við aldarskiftið  nú er tað óbroytt 24%

Allar aðrar deyðsorsøkir tá vóru 35%  nú eru tær 51% Her eru annars tølini fyri. 2020 og 2021, sum er seinasta árið, sum er uppgjørt:

Hesi seinastu 20 árini er fólkatalið nógv hækkað og samstundis liva vit nógv longri. 

So fyri at fáa eina rættvísa mynd av støðuni, hevur Hagstovan gjørt upp, hvussu nógv fólk eru deyð av hjartasjúkum, krabbameini, og øðrum sjúkum, fyri hvørji 1000 fólk í Føroyum.

Tað sæst á talvunum niðan fyri:

 

Her er týðilig, at deyðatíttleikin hjá mannfólki av krabbameini er øktur úr 1,7 fyri hvørji  1.000 mannfólk til 1,9 og tað erein lítil vøkstur. Samstundis er deyðatíttleikin hjá konufólki av krabbameini óbroyttur tí hann er 1,9 fyri hvørji 1.000 konufólk.

Hjá báðum kynum sæst stór minking í deyðatíttleikan av hjarta- og æðrasjúkum, har títtleikin í 2021 er minkaður niður í ein triðing av tí, hann var um aldarskiftið.

Hinvegin eru tað nógv fleiri sum doyggja av øðrum sjúkum nú enn tað hava verið. 

Undir aðrar sjúkur eru tað ikki nakrar serstakar sjúkur, ið serliga gera meira um seg. Hesar eru bara blivnar alsamt fleiri og meira ymiskar, enn tær hava verið. 

Niðan fyri eitt yvirlit, ið vísir hvørjar deyðaorsakir eru flokkaðar undir heitinum “Annað”.