Nógvar avlýsingar hjá Strandferðsluni í dag

Veðrið argar samferðsluna í dag, og Strandferðslan boðar frá, at fyri veður kann roknast við broytingum og avlýsingum á bæði oyggja- og bygdaleiðum fram til hósmorgunin

Smyril í stormi (Mynd: Skermmynd/Bjartur Thomsen/YouTube)
Sigurjón Einarsson
7. februar 2023 kl. 09:57

Veðrið er einki serligt, og hann sigur frá nógvum vindi í kvøld og í nátt, sum heldur fram fyrrapartin í morgin.

Smyril fór av Krambatanga klokkan sjey í morgun, og er komin á Havnina, men siglir síðan seinasta túr klokkan 11. Mikumorgunin 8. februar er framvegis ringt veður, og tí skal roknast við, at avlýsingar eisini verða á leið 7 mikumorgunin. Strandferðslan kunnar meira um hetta seinni í dag. Herjólfur siglir ikki í dag.

Teistin siglir seinasta túr úr Skopum klokkan 14 og av Gomlurætt klokkan 15:50. Síðan verður ikki siglt meira í dag. Um viðrar, so verður fyrsti túrur mikudagin úr Skopum klokkan 10:30 og síðan verður væntandi siglt aftur, sambært ferðaætlanini.

Ternan siglir seinasta túr av Havnini klokkan 16:20 og úr Nólsoy klokkan 16:50. Síðani verður ikki siglt meira í dag. Strandferðslan sigur, at útlit eru fyri, at fyrstu morguntúrarnir í morgin kunnu ávirkast at vánaliga veðrinum. Nærri kunning verður um hetta seinni.

Eingin sigling verður til Skúvoyar í dag.

Eisini avlýsir bygdaleiðir á fleiri leiðum seint seinnapartin ella fyri allan dagin. Nærri kunning sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Hann sigur frá nógvum vindi seinnapartin og í kvøld, tá vit kunnu vænta okkum storm – í hvirlunum upp í ódn. Hetta heldur fram til út á seinnapartin í morgin, tá hann sum frá líður minkar vindin niður í frískan vind til strúkur í vindi, 8 til 13 metrar um sekundi.