Nógvar milliardir aftrat til verju í Grønlandi

Millum annað fer danska stjórnin at smíða tvey nýggj verjuskip og at útbyggja lufthavnina í Kangerlussuaq

Jonhard Hammer
24. desember 2024 kl. 15:10

Tað hevur vakt ans ikki bara í Grønlandi og Danmark, men eisini í USA og nógva aðrastaðni kring heimin, at Donald Trump hevur tikið uppaftur, at hann ætlar at fáa ræðið á Grønlandi. Tá ið hann fyrru ferðina var forseti, segði hann seg ætla at keypa Grønland, og hann varð so tykkin, tá ið Mette Frederiksen segði, at tað kom als ikki upp á tal, at hann avlýsti vitjan í Danmark, sum stóð fyri durum.

Dygst undan jólum segði Donald Trump, at tað hevur stóran týdning fyri trygdina hjá USA og øllum heiminum, at USA hevur innlit í tí, sum gongur fyri seg í polarøkinum og Grønlandi. Bæði grønlendskir og danskir myndugleikar hava svarað við at siga, at Grønland er partur av ríkisfelagsskapinum, og at soleiðis fer tað framvegis at vera.

Í dag sigur danski verjumálaráðharrin í samrøðu við JyllandsPosten, at ætlanir eru um næstu árini at brúka nógvar milliardir krónur fyri at styrkja um verjuna av Grønlandi. Hann sigur eisini, at hetta eru ætlanir, sum vóru lagdar, áðrenn Donald Trump alment tók sínar ætlanir uppaftur.

Danski verjumálaráðharrrin vil ikki sera krónutal á, hvat ætlanirnar kosta, men JyllandsPosturin sigur seg vita, at talan er um upphædd millum 10 og 13 milliardir krónur.

Íløgur eru ætlaðar at verða gjørdar í tvey skip av Thetis slagnum, tvær langtrøkkandi dronur, størri manning á Arktisk kommando í Nuuk, tvey sletuhold aftrat í Sirius patruljuni og meiri samstarv um njósning, størri upptøku á arktisku støðisútbúgvingina og útbygging av lufthavnini í Kangerlussuaq, so tað verður møguleiki hjá F-35 flogførum at lenda, skrivar JyllandsPosturin.