Nógvir politistar – men einki á vási

Fólk hava verið ørkymlað, at so nógvir politistar hava verið í Vágum

Áki Bertholdsen
5. september 2023 kl. 15:52

Nú seinnapartin hava fólk verið ørkymlað av, at løgreglan hevur verið væl mannað í Vágum.

Men løgreglan sigur, at einki er á vási – uttan tað, at politistar hevur venjing í Vágum, tað vil siga, at tey eru á koyriskeið, og tað er orsøkin til, at tey eru so mannsterk til staðar.