Nordic Adventure Race 2022 komið til Kvívíkar

Hóskvøldið var rættuliga rokan í ánni niðanfyri húsinum hjá KFUM-skótunum í Kvívík, har 36 norðurlenskir skótar kappaðust um at gera bestu træbrúnna um ánna. Hetta er partur av norðurlenska skótaleguni Nordic Adventure Race 2022, sum er skipað sum postarenning í føroysku náttúruni

Tíðindaskriv
1. juli 2022 kl. 09:24

Hetta er partur av Nordic Adventure Race 2022, sum byrjaði í Havnadali 27 juni, tá Arni Skaale, núverandi fiskimálaráðharri og gamal skóti, og Símun Michael Sørensen, formaður í Føroya Skótaráð, settu leguna.

Luttakarinum eru úr Noregi, Svøríki, Finland, Danmark og Føroyum í aldrinum 13 til 17 ár. Á leguni eru tey skipaði í seks skótapatruljur, har hvør einstøk patrulja hevur luttakara úr minst trimum londum.

Sum navnið sigur, so er henda legan skipað sum er eitt 'Race', ella postarenning í føroysku náttúruni. Síðani mánadagin hava tey róð kapp uppá tíð við Teináringinum, gingið millum bygdir í mjørka, havt fiskikapping við sluppini Westward Ho, og síðani hagreitt fiskin í Kirkjubø. Hagani til Leynavatn, har tey bygdu tunnuflakar og sigldu kapp við teimum, og nú mikukvøldið er legan komin til Kvívíkar.

Skótarnir yvirnátta í 'bivakkum', sum verða riggaði til við gongustavum og presendingum, og  vórðu tær riggaðir til í skótagarðinum og millum trøini í hugnaliga prestagarðinum á Kirkuteigi í Kvívík. Í morgin liggur leiðin til Kollafjarðar og síðani til Selatraðar. Legan endar tann 4. juli á skótadeplinum í Havnadali.

Legan verður fyrisskipað undir Nordisk Spejderkomité (NSK), og er hetta fyrsta legan av hesum slag. Upprunaliga var ætlanin at hon skuldi verða í 2018, men vegna ymsar umstøður, m.a. Koronasóttini, er hon seinkað til í ár. Í Føroyum er tað Føroya Skótaráð, sum skipar fyri.