Norðurlendsk lesandi á summarskeiði á Føroyamálsdeildini

Í hesum døgum eru 21 universitetslesandi norðurlendingar á summarskeiði á Setrinum, har tey kunna seg um føroyskt mál, mentan og bókmentir

Brynhild Thomsen, setur.fo
22. juni 2022 kl. 10:58

Tey koma úr Grønlandi, Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og úr Finnlandi og hava tað til felags, at tey lesa á universitetum í Norðurlondum. Nú eru hesi 21 so komin til Føroya á summarskeið í tríggjar vikur, har Føroyamálsdeildin skipar fyri undirvísing í føroyskum máli, mentan og bókmentum.

Talan er um afturvendandi summarskeið, sum kallast Nordkurs, og sum øll Norðurlond skipa fyri heima hjá sær sjálvum.

Í meira enn 60 ár hava slík skeið verið hildin fyri at geva lesandi møguleika fyri at nema sær nærri kunnleika við onnur norðurlendsk mál, bókmentir og mentan, og meira enn 300 lesandi luttaka hvørt ár. 

Summarskeiðið á Føroyamálsdeildini varar í tríggjar vikur.

Nordkurs verður stuðlað av Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Lesið meira um søguna hjá Nordkurs her.

Kelda: Brynhild Thomsen/setur.fo