Noreg hevur vunnið seg í fjórðingsfinalu

Ísland hevur evarska lítlan møguleika í morgin at vinna seg í fjórðingsfinalu

Mynd: NTB
Jóannes Hansen
21. januar 2023 kl. 22:54

Í morgin og mánadagin vera síðstu dystirnir í miðumfarinum í HM kappingini í hondbólti. Undan síðsta umfarinum hava fleiri longu kvalifiserað seg at spæla í fjórðingsfinaluni. Tað kann fara at vísa seg at bera við sær, at fleiri av teimum spælarunum, sum hava verið mest á vøllinum, nú fara at spenna meiri frá og harvið at vera væl fyri í fjórðingsfinaluni.

Noreg er eitt av liðunum, sum longu hevur tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni. Noreg vann í dag 30 – 17 ímóti Katar. Noreg og Týskland hava bæði 8 stig, og tá ið Serbia og Holland eru næst við 4 stigum, er spurningurin bara, um tað verður Noreg ella Týskland, sum fer at vinna bólkin. Týskland og Noreg hittast mánakvøldið.

Svøríki tryggjaði sær longu í gjárkvøldið bólkasigur og pláss í fjórðingsfinalu í Stokholm. Næst í røðini í tí bólkinum eru Portugal við 5 stigum, og Ísland og Ungarn við 4 stigum og Brasil við 3 stigum.

Ungarn er stórfavorittur í morgin ímóti Kap Verde, hjá Portugal verður avbjóðingin í Stokholm stór ímóti Svøríki, og Ísland skal spæla ímóti Brasil. Um bæði Ungarn og Portugal snáva, so kann Ísland við sigri ímóti Brasil vinna seg í fjórðingsfinaluna.

Frakland og Spania hava tryggjað sær pláss í fjórðingsfinalunum. Í morgin verður grannauppgerð um bólkasigurin.

Uttan mun hvør fer at vinna hesar báðar síðst nevndu bólkarnar, so er tað greitt, at Frakland og Spania fara at spæla fjórðingsfinalur ímóti Týsklandi og Noregi.

 

Í dag

Serbia – Argentina 28 – 22

Bahrain – Egyptaland 22 – 26

Algeria – Marokko 27 – 28

Holland – Týskland 26 – 33  

Kroatia – Belgia 34 – 26

Norðurmakedonia – Tunesia 28 – 31

USA – Danmark 24 – 33  

Katar – Noreg 17 – 30 (9 – 14)

Noreg: Kristian Bjørnsen 6, Gøran Johannessen 6, Kevin Maagero Gulliksen 4, Sebastian Barthold 4, Magnus Gullerud 2, Alexandre Blonz 2, Tobias Schjølberg Grøndahl 2, Erik Toft 1, Sander Sagosen 1, Christian O`Sullivan 1, Harald Reinkind 1

 

Í morgin

Kl. 12.00

Suðurkorea – Kili

Kl. 14.30

Montenegro – Slovenia

Kap Verde – Ungarn

Saudi Arabia – Uruguay

Kl. 17.00

Iran – Pólland

Brasil – Ísland

Svøríki – Portugal

Spania – Frakland