Norra letur 51 milliardir til Ukraina

Norra letur 75 milliardir norskar krónur frá oljuinntøkum til Ukraina

Ragnar Sjúrðarson
16. februar 2023 kl. 14:08

Stórtingið í Oslo boðar í dag frá, at Norra letur tað sum svarar til 51 milliardir krónur í donskum pengum.

Peningurin er ein partur av einum fimmára stuðulspakka, ið er grundaður á norskar oljuinntøkur.

Peningurin skal deilast javnt til humaniteran stuðul og hernaðarligan stuðul.

Norra verður eitt av heimsins størstu veitingarlondum til krígsherjaða Ukraina, skrivar Ritzau.

Revsitiltøk móti Russlandi og móti russiskum gassi hevur givið eina framongd til norskan orkuútflutning og norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, slær fast, at peningurin kemur frá oljuinntøkunum.

Avgerðin í Oslo kemur í kjalavørðinum av atfinningunum um, at Norra “tjenar pengar” burturúr krígnum í Ukraina.