Norska postverki gjørt ein jólafilm við samkyndum jólamanni

– Tað fara nokk at koma neiligar reaktiónir frá mongum, men tað eru vit fyrireikaði upp á, sigur marknaðarstjórin í norska postverkinum, nú felagið hevur gjørt ein nýggjan jólafilm, har jólamaðurin er samkyndur. Fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark hálovar filminum

Sigurjón Einarsson
25. november 2021 kl. 17:13

Norska postverki hevur gjørt ein jólafilm seinastu tvey árini, og í ár er einki undantak. Ársins jólafilmur er um ein samkyndan jólamann, sum hevur ein stóran viðhaldsmann, ið leingist á hvørjum ári eftir at sleppa síggja jólamannin aftur. Ársins filmur hevur fingið heitið “When Harry met Santa”.

– Eftir góða móttøku seinastu tvey árini, so hava fólk spurt okkum, nær okkara næsti jólafilmur kemur og hvat evnið verður. Undanfarnu árini hava filmarnir verið skemtiligir, men í ár er tað kærleiki fyri allar pengarnar, sigur Monica Solberg, ið er marknaðarstjóri fyri norska postverki fyri norska miðilin Kampanje.

Jólafilmurin sæst her:

Fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark Rufus Gifford, sum er opin samkyndur elskar filmin. Hann skrivar á sínum Twitter-vanga: “Eg elski Skandinavia. Ímynda tær, um amerikanska postverki gjørdi eina tílíka lýsing”. Síðani hevur hann sett eitt norskt flagg og eitt hjarta til endans í dagføringini.

50 ár síðani homoseksualitetur varð avkriminaliseraður

Hugskotið aftanfyri filmin kemur frá, at tað í 2022 eru liðin 50 ár síðani, at tað helt uppat at vera revsivert at vera samkyndur í Norra.

– Avkriminaliseringin var fyrsta stigið í stríðnum fyri javnrætti og ymiskleika í Norra. 1972 er ikki so leingi síðani, og vit eru glað fyri, at Norra er komið víðari, sigur Oda Rygh, samskiftisleiðari fyri FRI - Foreningen for kjønns- og seksualitetsmangfold og sigur víðari:

– Jólini eru ein tíð, har vit brúka tíð saman við teimum, vit eru góð við, tí er tað gott at síggja, at Posten (norska postverki, red.) vísur hetta, at kærleikin hoyrir til øll, óansæð kyn, aldur ella um tú býrt á Norðpólinum.

Í fjør gjørdi Posten ein jólafilm, har norska postverki gjørdi gjøldur burturúr Donald Trump við hesum jólafilmi "Make Christmas Great Again":