NSÍ hevur keypt norskan miðverja

Kevin Jablinski hevur spælt í næstbestu og triðbestu deildunum í bæði Norra og Svøríki

Jóannes Hansen
17. desember 2024 kl. 23:03

Tað hevur verið greitt síðani í heyst, at tað var neyðugt hjá NSÍ at fáa ein og kanska tveir nýggjar miðverjar.

Í kvøld boðar felagið frá, at sáttmála er undirskrivaður við norskan miðverja. Hann eigur Kevin Jablinski og hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri 2025.

Kevin Jablinski er føddur 26. mars 1996 og er harvið 28 ára gamal. Hann er føddur í Skien í Norra og er 194 cm høgur.

Síðsta felagið, hann hevur umboðað, er Jerv í Norra, sum hann í summar flutti til frá Østersund í Svøríki.

NSÍ skrivar soleiðis í kvøld:

Vit hava nú gjørt avtalu við norska miðverjan Kevin Jablinski, sum sostatt verður partur av hópinum hjá NSÍ fyri 2025.

Kevin kemur til Føroyar í januar mánaða og verður sostatt við, tá allir mans byrja aftur í nýggja árinum.

Norski miðverjin skal verða við til at at styrkja okkum verjupartin, samstundis sum hann kann verða við til byggja spælið upp við sínum góða spæliskili!

Kevin hevur umboðað lið bæði í næstubestu og triðbestu deildunum í Norra og Svøríki. Eisini var hann eitt skifti í Føroyum, har hann spældi við 07 Vestur.

Kevin sendir hesa jólaheilsanina til NSÍ fjepparar:

"Hei kjære NSI supportere! Jeg ser veldig frem til og spille forran dere, ta nye steg med klubben og jobbe steinhardt for at vi skal nå våre mål sammen, og I år får vi et godt hold som vi skal sette sammen. God jul, ta vare på hverandre, så sees vi når det smeller i januar allerede! Koyr a NSÍ.