NSÍ keypt videotøkni

Nýggja skipanin frá Spiideo kann taka dystir upp, umframt at tað til eina og hvørja tíð ber til hjá venjarum at hyggja og fáa hagtøl úr skipanini

Sigurjón Einarsson
12. januar 2021 kl. 19:00

NSÍ hevur keypt eina videoskipan frá Spiideo. Talan er um myndatól, sum verður sett upp kring vøllin við Løkin.

Myndatólini kunnu brúkast til at taka dystir upp, umframt at tað verður møguligt hjá venjarum at fara inn og hyggja eftir støðum og fáa hagtøl úr skipanini.

Ætlandi er, at hetta skal verða eitt gott amboð hjá venjarum í felagnum, har nógvir møguleikar eru at brúka skipanina, bæði tá tað kemur til venjingar og til dystir.

- Vit í NSÍ eru fegin um at eiga hesa skipanina, og verður hon nú sett upp við vøllin við Løkin. Vit eru vís í, at skipanin kemur at vera eitt sera gott amboð fyri allar venjara í felagnum, og kemur at gera alt arbeiði meira professionelt, sigur formaðurin, Dánial Hansen við heimasíðuna hjá felagnum.

Skipanin goymir alt, sum verður upptikið, í einum databasa, har til ber hjá venjaranum at fara inn eftir tilfari. Til dømis kann ein venjari bert trýsta á ein knøtt á einum iPad, um venjarin ynskir at taka eina støðu úr dystinum upp og vísa sínum leikarum í hálvleikinum, stendur at lesa á heimasíðuni hjá NSÍ.

Meira kann lesast um skipanina her: https://www.facebook.com/Spiideo/