Nú byrja steypafinalurnar

Ársins fyrstu steypafinalur verða á Tórsvølli fríggjadagin 30. september. Klokkan 17:30 spæla U13-dreingir hjá Víkingi og B36, og klokkan 19:30 fara U21-liðini hjá HB og EB/Streymi á vøllin

Næstu dagarnar verður Tjóðarleikvøllur Føroyinga karmur um steypafinalurnar hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Hans Erik Danielsen/fsf.fo
29. september 2022 kl. 11:35

Tað verða teir ljósabláu víkingarnir úr Gøtu og Leirvík, og hvítu tikararnir úr Gundadali, ið leggja fyri, tá hol verður sett á ársins steypafinalur hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum. Allar finalurnar verða spældar á Tórsvølli.

Komandi vikuskiftið eru fýra steypafinalur á skránni. Lagt verður fyri fríggjadain 30. september, tá fyrst U13 Dreingir og síðan U21 fara á vøllin, og leygardagin 1. oktober spæla U15 og U17 Dreingir.

Leygardagin verða seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum eisini avgreiddar. Við Løkin í Runavík hittast NSÍ og KÍ. Fyrri dysturin endaði 1-0 til NSÍ. Og í Havn tekur HB, sum vann fyrru hálvfinaluna 2-0, ímóti EBS/Skála.

Skráin / Steypafinalurnar 2022

Fríggjadagin 30. september
Kl. 17:30 Víkingur – B36 (U13 Dreingir)
Kl. 19:30 HB – EB/Streymur (U21)

Leygardagin 1. oktober
Kl. 13:00 Víkingur – HB (U15 Dreingir)
Kl. 16:00 B36 – 07 Vestur (U17 Dreingir)

Mikudagin 19. oktober
Kl. 18:00 KÍ – Skála (U13 Gentur)

Fríggjadagin 21. oktober
Kl. 18:00 Skála – FC Hoyvík (U16 Gentur)

Leygardagin 29. oktober
Kl. 15:00 EBS/Skála / HB – KÍ / NSÍ (Steypakappingin kvinnur)
Kl. 19:00 07 Vestur / KÍ – Víkingur / HB (Løgmanssteypið)