Nú er klárt at geva dialysuviðgerð á Suðuroyðar Sjúkrahúsi

í morgun blivu tólini startað fyri fyrstu ferð. Hetta merkir, at nú hevur Suðuroyðar Sjúkrahús nýggjastu tøknina, og góð høli til dialysu

Áki Bertholdsen
18. september 2023 kl. 10:56

Nú er loksins klárt at geva dialysuviðgerð á Suðuroyðar Sjúkrahúsi, í síðstu viku vóru teknikarar frá fyritøkuni, Fresenius, og settu dialysu útgerðina upp, hetta arbeiðið er nú liðugt.

Og í morgun vórðu tólini startað á fyrsta sinni og sostatt er Suðuroyðar Sjúkrahús nú útgjørt við nýggjastu tøknini og sera væl egnaðum hølum til at geva Hemodialysu í, sigur Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Hetta varð hátíðarhildið í morgun og Sjúkrahúsið bjóðaði starvsfólkunum lagkaku.  

Tað eru í høvuðsheitum starvsfólk á Suðuroyðar Sjúkrahúsi sum hava staðið fyri at gera hølini klár. Lokalar fyritøkur, saman við tólaveitaranum, hava somuleiðis verið við í planleggingini.

Tøknideildin á Landssjúkrahúsinum hevur verið við tá ið tólini vórðu installerað. Orsøkin til at avgerð er tikin um, at starvsfólk á Suðuroyðar Sjúkrahúsi skuldu standa fyri arbeiðnum, og fremja tað í verki, var tí hetta skuldi gerast á bíligasta og besta hátt, sigur stjórin, og hann fegnast um, at tað hevur gingið so væl.

Men hóast tólini eru klár, ber ikki til at geva dialysu enn, tí ongi starvsfólk sett at taka sær av hesum. Ábyrgdin av starvsfólkapartinum liggur á Landssjúkrahúsinum.

Har søktu tey eftir fýra sjúkrarøktarfrøðingum til endamálið, men tað eydnaðist ikki at seta størvini og tí skuldu tey lýsa um aftur. So í løtuni er alt eitt sindur óvist.

Tíðliga í ár varð avtala um dialysuviðgerð gjørd i Sjúkrahúsverkinum. Henda avtala gekk út uppá at Suðuroyar Sjúkrahús skuldi standa fyri at útvega tól og høli til dialysuviðgerð.

Somuleiðis vildu Sjúkrahúsverkið, og myndugleikarnir, at dialysuviðgerðin á Suðuroyar Sjúkrahúsi skuldu skipast soleiðis, at dialysueindin á Landssjúkrahúsinum skuldi standa fyri tí læknafakligu ábyrgdini og tey skuldu eisini taka sær av og útvega starvsfólk til dialysueindina á Suðuroyar Sjúkrahúsi. 

Suðuroyar Sjúkrahús hevur allatíðina gjørt greitt, at tey fóru at klár í heyst, tann avtalan er hildin og nú standa høli og tól klár og bíða eftir starvsfólkum og sjúklingum, sigur stjórin.