Nú er meiriluti fyri ríkisrættarmáli móti Inger Støjberg

Inger Støjberg hevði ikki heimild at geva boð um at skilja pør í friðskjóli sundur, tá hon var útlendingaráðharri í 2016

Ari av Rana
14. januar 2021 kl. 09:38

Í gjár var atkvøtt fyri at reisa ríkisrættarmál móti Donald Trump fyri aðru ferð og í morgun er meiriluti á Christiansborg fyri at reisa ríkisrættarmál móti fyrrverandi útlendingaráðharrin í Danmark, Inger Støjberg.

Tað eru Sosialdemokratarnir, sum nú stuðla ætlanini at reisa ríkisrættarmál móti Inger Støjberg, sum var útlendingaráðharri fyri Vinstra, og við Sosialdemokratunum er nú meiriluti á Christiansborg fyri ríkisrættarmálinum.

- Tingbólkurin hjá Sosialdemokratunum hevur við grundarlagi í teimum juridisku metingunum valt at stuðla, at Fólkatingið byrjar eitt ríkisrættarmál, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri og forkvinna hjá Sosialdemokratunum.

Tað var í februar 2016 at táverandi útlendingarráðharrin, Inger Støjberg, sendi út tíðindaskriv gjøgnum hennara aðalráð, um at øll ung pør, sum vóru komin til Danmarkar og høvdu biðið um friðskjól, uttan nakað undantak skuldu skiljast sundur. Sambært Fólkatingsins umboðsmanni og Instrukskommissiónin, vóru hetta eini ólóglig boð at geva, skrivar DR.

Umframt Sosialdemokratarnar stuðla Eindarlistin, SF, Radikalu Vinstra, Konservativu, Liberal Alliance, Alternativið, Tey Fríu Grønu og uttanflokkamaðurin Simon Emil Ammitzbøll undir at byrja ríkisrættarmál móti Inger Støjberg.

Hetta verður sættu ferð at ríkisrættarmál verður reist í Danmark.