Nú eru 2000 fólk í Danmark deyð við korona

Deyðstalið hevur av álvara tikið dik á seg seinasta mánaðin

Ari av Rana
25. januar 2021 kl. 19:21

Tann 18. desember 2020 vóru túsund fólk í Danmark deyð við koronasmittuni. Men talið av deyðsføllum hevur av álvara tikið dik á seg seinasta mánaðin, tí at nú er talið komið upp á 2010 deyðsføll.

Sambært Viggo Andreasen, lektara í støddfrøðiligari umfarssóttarfrøði á Roskilde Universiteti, er orsøkin høga smittutalið fyri jól. Hann sigur við Ritzau, at tað tekur eina løtu frá at vit síggja ein vøkstur í smittutalinum, til smittan kemur inn á røktarheimini. Tí gongur ein løta áðrenn deyðstalið økist.

Viggo Andreasen sigur, at sambært hansara útrokningum, fer deyðstalið næstu tvær til tríggjar vikurnar at minka niður á millum null og 15 um dagin.

Seinasta dagføringin hjá SSI vísir, at 0,69 prosent av koronakanningunum seinasta døgnið hava verið positivar.

Í Danmark eru 0,46 prosent av fólkinum liðugt koppsett móti korona, meðan 3,13 prosent afturat fáa fyrsta prikið áðrenn komandi mánadag.