Nú eru 9.548 metrar av 10.785 metrum boraðir í Sandoyartunlinum

Nú resta 1.237 metrar í millum Sandoynna og Streymoynna

Sigurjón Einarsson
21. september 2021 kl. 13:20

Í síðstu viku vórðu í alt 97 metrar boraðir í Sandoyartunlinum.

Tilsamans eru nú boraðir 9.548 metrar av 10.785 metrum í Sandoyartunlinum.

Í Traðardali vórðu boraðir 51 metrar. Har eru nú boraðir í alt 5.130 metrar.

Á Gomlurætt vóru boraðir 46 metrar, og í alt eru nú boraðir 4.418 metrar frá Gomlurætt.

Á leinkjuni her ber til at síggja longd og dýpd. Eisini ber til at fylgja við boringini og síggja á korti, hvussu langt boringin er komin.

Við Kringvarpið sigur Teitur Samuelsen, at væntandi verður hol ígøgnum um árskiftið, um tað gongur væl.

Boringin í Traðardali á Sandoynni byrjaði 27. juni 2019, meðan boringin á Gomlurætt byrjaði 14. august 2019.

Kelda: estunlar.fo