

Landsrætturin hevur akkurát verið í Føroyum og í hesum sambandi hevur hann viðgjørt fimm revsimál, sum eru løgd fyri hann.
Eystari Landsrættur viðger revsimál, sum eru avgjørd í Føroya Rætti, men har annar parturin, ella báðir partar, eru so ónøgdir við, at teir hava kært dómin fyri Landsrættin.
Málini hesa ferð snúðu seg um milllum annað um brot á djóravælferðarlógina, harðskap og brot á umhvørvisverndarlógina.
Sum heild kunnu dómarnir Landsrættinum ikki kærast.
Fríggjadagin í síðstu viku var eitt mál um harðskap móti fólki í almennari tænastu. Í Føroya Rætti fekk tann ákærdi fekk tríggjar mánaða treytaða fongsulsrevsing. Tað merkir, at viðkomandi skal ikki í fongsul uttan at hann ger okkurt annað revsivert í eitt áramál.
Landsrætturin broytti dómin soleiðis, at revsingin bleiv gjørd treytaleys og tað merkir, at. tann ákærdi skal í fongsul.
Týsdagin var eitt mál um grovan harðskap á skrá. Í Føroya Rætti varð ákærdi dømdur fyri, í felag við einum øðrum, at hava framt grovan harðskap ímóti einum . Ákærdi bleiv dømdur tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya Rætti. Eystari Landsrættur fríkendi ákærda.
Mikudagin viðgjørdi Landsrætturin eitt mál um oljudálking. Tað var í samband við oljudálking í Froðba, har einir 188 litrar av flúgvarabensini runnu í hagan. Í Føroya Rætti fekk ákærdi, sum var Landsverk, bót fyri at hava brotið á umhvørvisverndarlógina. Ákærdi bleiv fríkendur í landsrættinum. Hin ákærdi, sum er Effo, varð eisini fríkent í Føroya Rætti.
Fyrrapartin hósdagin viðgjørdi landsrætturin eitt mál um brot á djóravælferðarlógina. Málið snúði seg um møguliga skammfaring av seyði. Málið bleiv tikið upp til dóms, og dómur verður sagdur næsta hósdag.
Seinnapartin hósdagin var enn eitt mál um harðskap móti persóni í almennari tænastu á skrá. Í Føroya Rætti varð ákærdi dømdur 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Landsrætturin broytti dómin, soleiðis at revsingin bleiv gjørd treytað við treyt um samfelagstænastu.