Nú eru tað viðskiftafólkini sum eiga felagið

Tað sæst eisini aftur í rakstrinum, sum er vorðin bíligari

Áki Bertholdsen
1. september 2023 kl. 09:20

Nú eru tað viðskiftafólkini sjálvi, sum, eiga tryggingarfelagið, Lív.

Tað varð greitt í gjár, tá ið P/F Fakfelag keypti ognarlutin hjá Landsstýrinum í Lív - talan var um 16,67 prosent. 

Frammanundan átti P/F Fakfelag 33,33 prosent og sostatt eigur P/F Fakfelag nú 50 prosent, samstundis sum atOgnarfelagið, Lív eigur 50 prosent í felagnum.

Keypsavtalan var skrivað undir á almennari móttøku hjá Starvsfelagnum í gjár.

Tann 1. juni í 2016 vórðu ognarviðurskiftini skipað av nýggjum í Lív. Ognarfelagið Lív, sum umboðar tryggingartakaran, fekk tillutað 50 prosent av partapeninginum, samstundis sum P/F Fakfelag keypti 33,33 prosent av partapeninginum. Hinvegin vóru 16,67 prosent av partapeninginum framhaldandi ogn hjá landinum. 

Í einum tíðarskeiði upp til 10 ár, frá 1. september 2016 at rokna, hevði P/F Fakfelag rætt til at keypa ognarlutin, sum Føroya Landsstýri átti í felagnum, soleiðis at samlaði ognarluturin fór at gerast 50 prosent av felagnum. 

– Vit fegnast um, at tað hevur tað eydnast okkum at keypa ognarlutin frá Føroya Landsstýri- trý ár áðrenn freistina, sigur Pætur Niclasen nevndarlimur og talsmaður fyri P/F Fakfelag.  

Nú eru tað viðskiftafólkini sum eigur alt Lív Samtakið ígjøgnum Ognarfelagið Lív og P/F Fakfelag. 

– Samhaldsfasta skipanin hjá LÍV sæst aftur í lækkandi umsitingargjaldi, tá ið viðskiftafólkini standa saman um felagið. 

Tann 1. januar í ár lækkaði fasta árliga umsitingargjaldið úr 300 krónum til 180 krónur, og umsitingargjaldið av inngjaldinum lækkaði úr fimm prosentum niður í fýra prosent.

Tað eru 21 fakfeløg í P/F Fakfelag. Tey eru: Arktitektafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Felagið Føroyskir Radiografar, Føroya Byggifrøðingafelag, Føroya Handverkarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Føroya Verkfrøðingafelag, Fysioterapeutfelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsuhjálparfelag Føroya, Heilsurøktarfelagið, Kost- og Føðslufelag Føroya, Ljósmøðrarfelag Føroya, Maskinmeistarafelagið, Musikklærarafelag Føroya, Samverk, Starvsfelagið og Yrkisfelagið Miðnám.