Nú eru vit átta milliardir á klótuni

Í gjárkvøldið fóru vit frá at vera sjey milliardir til at vera átta milliardir fólk á klótuni

(Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
15. november 2022 kl. 17:09

Nú eru vit átta milliardir fólk á klótuni.

ST hevur roknað seg til, at tann 15. november, ella har um leið, fóru vit at vera átta milliardir fólk á klótuni. Í gjárkvøldið náddu vit átta milliardir, og tað bleiv eitt barn í Dominikanska lýðveldinum, ið bleiv súmbolskt vald til at vera íbúgvi nummar átta milliard. Dominikanska lýðveldið er eitt land, ið liggur í Karibiska havinum, sunnan fyri USA.

Mugu ansa eftir
Antonio Gutesses, aðalskrivari í ST, ávarar, at tá ið nú fólkatalið í heiminum heldur fram at vaksa, so mugu vit hugsa og ansa gjølla eftir jørðini, umhvørvinum og náttúruni.

Hann vísir á, at trupulleikin er ikki, at tað eru ov nógv fólk á klótuni, men at tey fólkaríkastu londini brúka ov nógv náttúrutilfeingi – í mun til fólkatalið, sum eitt nú mat og olju.

Her ber til at fylgja við, hvussu fólkatalið í heiminum veksur

India fer fram um Kina
Í meira enn 2.000 ár hevur Kina verið fólkaríkasta tjóðin, eftir at Qin Shi Huangdi – í 221 fyri Kristi føðing – samlaði Kina og skapti Qin-keisaraættina.

Men sambært serfrøðingum, so fer India komandi ár fram um Kina og verður mest fólkaríkasta tjóð í heiminum.

Í løtuni búgva tað umleið 1,4 milliardir fólk í Kina og India, men í Kina búgva nakrar fáar milliónir fleiri. Men ímeðan íbúgvaratalið í Kina toppar í løtuni, so meta serfrøðingar, at tað nokk fer at falla longu komandi ár.

Fólkatalið í India fer at vaksa við umleið 15 milliónum fólkum um árið fram til 2030. Og í 2050 roknar ST við, at íbúgvaratalið í India verður næstan 1,7 milliardir – í mun til 1,3 milliardir í Kina, ið er ein beinleiðis avleiðing av, at kinverjar ikki fáa nógv børn, hóast tann illa gitni eittbarnspolitikkurin í Kina endaliga varð settur úr gildi í 2016.

Lyklatalið er 2,1, sum er talið av børnum, hagfrøðiliga sæð, ið ein miðalmamma eigur at føða, skal fólkatalið í einum landi ikki minka.

Í 2021 vóru føðitølini í Kina í miðal 1,15 barn, meðan tey í India vóru 2,2, sum tryggjar vøkstur og harvið forðar fyri, at tað vera fleiri eldri fólk í mun til yngra ættarliðið, sum er nú við at henda í Kina.

Hetta síggja vit eisini í øðrum londum, sum eitt nú Japan, Italia og Grikkalandi, har ein fimtipartur av íbúgvunum í dag eru yvir 65 ár.

Í India eru “bert” 6,8 prosent av íbúgvunum yvir 65 ár.