Nú fær Brexit ávirkan á Premier League

Síðani Bretland atkvøddi at fara úr ES afturi í 2016, og Bretland formliga fór úr felagsskapinum tann 31. januar í ár, so hava langar samráðingar verið um sundurlesing. Nú fær tað ávirkan fyri bretskan fótbólt

Sigurjón Einarsson
2. desember 2020 kl. 10:04

Brexit fær nú eisini ávirka á bretskan fótbólt. Hetta hendir í byrjanini av komandi árið, tá nýggjar reglugerðir og lógir koma í gildi, serliga í samband við leikaraskifti. Hesar reglugerðir hava við sær, at tað verður torførari fyri útlendskar spælarar at skifta til feløg í Premier League og lið í The Championship, League One og League Two.

Bæði FA, Premier League og English Football League eru farin saman at gera eina ætlan, hvussu ein leikari kann fáa loyvi til spæla í enskum fótbólti, um leikarin kemur úr einum ES-landi. Í hesum sambandi er teirra ætlan at nýta eina stigskipan, ið verður kallað GBE (Governing Body Endorsment), og byggir á fylgjandi:

- Mongdin av altjóða dystum og ungdómslandsdystum

- Góðskan av seljandi felagnum (sum verður mett út frá millum øðrum styrkini á deildini og úrslit í altjóða kappingum)

- Tal av dystum fyri felagið í heimligu og altjóða kappingum

Umframt hetta, verður tað eisini ført inn eina reglugerð um, at tað einans verður møguligt at keypa tríggjar útlendskar U21-leikarar í einum flytingarvindeyga. Tað vil siga, at tað bert kunnu keypast seks U21-leikarar yvir eitt kappingarár, um teir koma frá útlandinum.

Hartil verður tað ikki loyvt hjá feløgum at heinta leikarar undir 18 ár, um teir koma úr útlandinum. Allar hesar reglugerðir og lógir koma í gildi tann 1. januar 2021.