Nú fer eitt flogfelag afturat at flúgva upp á Føroyar

Kappingin um føroyaflúgvingina harðnar enn meiri

Áki Bertholdsen
8. juni 2023 kl. 14:41

Íslandska flogfelagið, Icelandair, boðar nú frá, at tey fara undir regluliga ferða­fólkaflúgving ímillum Keflavík og Vágar. Tey fara frá byrjan at flúgva fimm ferðir um vikuna, mánadag, mikudag, hósdag,fríggjadag og sunnudag. Tey byrja fyrsta mai næsta ár og fyrsta juni verður farið upp á seks ferðir um vikuna, tá eisini verður flogið leygardagar.

– Hetta eru sjálvandi stórtíðindi fyri Vága Floghavn, og eg hugsi fyri føroyingar sum heild, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

– Vit fegnast sum vera man um, at Atlantic Airways fer undir at flúgva til New York, men flúgvingin hjá Icelandair letur upp fyri heilt øðrum møguleikum, sigur hann.

Icelandair flýgur til fimtan ferðamál í Norðuramerika, og við at Vága Floghavn gerst partur av rutunetinum hjá teimum verður munandi lættari hjá ferðandi úr Amerika og Kanada at leita sær hendan vegin - umframt úr so at siga øllum Europa. Ícelandair fýgur til 30-40 ferðamál í Evropa.

Tey vænta, at ein nýggjur kappingarneyti hevur við sær, at vit fáa eitt heilt nýtt kundagrundarlag. Royndir okkara vísa, at nýggj flogfeløg í størstan mun byggja sína ferðslu á egin viðskiftafólk

Icelandair fer at nýta flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina.  Tey taka 76 ferðafólk og túrurin fer at taka umleið ein tíma og trý korter.