Ongi úrslit

Nú fer hesin í søguna

Fólk fáa hálvtannað ár at brúka teir í, ella at seta teir á kontuna

Áki Bertholdsen
30. november 2023 kl. 10:07

Danski tjóðbankin hevur gjørt av, at 1.000 krónuseðlar ikki vera galdandi longur frá 31. mai 2025. Tað sigur BankNordik í einum boðum beint nú.

Hetta merkir, at antin mást tú brúka tínar 1.000 krónuseðlar áðrenn, ella seta teir inn á kontuna. 

Endamálið er at forða fyri peningatvátti og at peningur verður fluttur av landinum, ólógliga. Men tey, sum seta pengar á kontu, hava skyldu at prógva, hvaðani pengarnir stava frá. Kunnu fólk ikki tað, kann bankin nokta tær at seta peningin á konto.  

Fram til 31. mai 2025 kanst tú tó framvegis brúka tínar 1.000 krónuseðlar at rinda við, bæði í handlum og í gjaldingum ímillum fólk.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14