Nú hækkar rentan aftur

Betri Banki boðar frá, at bankin hækkar inn- og útlánsrenturnar

Sigurjón Einarsson
28. mars 2023 kl. 16:15

Higartil í ár hevur danski Tjóðbankin hækkað rentuna í tveimum umførum við samanlagt 0,85%-stigum. Hetta verður gjørt fyri at tálma eftirspurninginum eftir vørum og tænastum og harvið minka um inflasjónina.

Rentuhækkingarnar hava við sær, at Betri Banki nú eisini hækkar inn- og útlánsrenturnar.

Fyri privat hækka renturnar soleiðis:

• Innlánsrentur hækka við upp til einum prosentstigi.

• Útlánsrentur hækka við upp til 0,3 prosentstigum.

Fyri vinnukundar hækka renturnar soleiðis:

• Innlánsrentur hækka við upp til 0,75 prosentstigum.

• Útlánsrentur hækka við upp til 0,5 prosentstigum.

Broytingarnar koma í gildi tann 1. mai, skrivar bankin í tíðindaskrivi.