Nú hava Føroyar eisini fingið ein diakonprest

Hann byrjar í starvinum í næstu viku

Myndin er av heimasíðuni hjá fólkakirkjuni
Áki Bertholdsen
24. august 2023 kl. 14:45

Nú hava Føroyar, fyri fyrstu ferð, fingið ein diakonprest. Tað er Sverri Steinhólm, sum áður hevur verið sjúkrahúsprestur og fongsulsprestur, sum nú verður fyrsti diakonprestur í Føroyum.  

Uppgávan er at virka ímillum tey, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum og gerast sosialt viðbrekin, eitt nú av arbeiðsloysi, bundinskapi ella heimloysi, og hann skal virka í samspælinum millum tað einstaka menniskjað og samfelagið. 
– Í arbeiðinum skal hann boða evangeliið um Jesus í orði og verki inn í tilverunnar avbjóðandi umstøður, sigu Fólkakirkjan

Byrjað verður í smáum í tøttum samstarvi við Bláa Kross og Soli Deo Gloria í Klaksvík, sum hava umboð í nevndini, sum, saman við biskupi, hevur ábyrgd av diakonprestinum. 

Sverri hevur drúgvar royndir á økinum frá sínum arbeiði í Blá Krossi, har hann hevur verið virkin alt sítt lív og formaður í mong ár, sigur Fólkakirkjan.

Hann kemur at samstarva við felagsskapir og øll tey, ið vilja samstarva við fólkakirkjuna. Væntandi verður talan um eitt samstarv, ið útinnir manngott arbeiði.

Hesi seinastu árini hevur fólkakirkjan sett fleiri funktiónsprestar, at virka við meiri bundnum uppgávum, og setanin av diakonpresti er ein liður í hesum.

Umframt diakonprestin, eru funktiónsprestar, ið røkja uppgávur innan sjúkrahúsverkið, millum fongslaðir føroyingar, og fólkakirkjan hevur eisini sett ein studentaprest at virka á miðnámskúlunum kring landið.

Sverri Steinhólm byrjar í tænastuni sum diakonprestur tann 1. september.