Nú hevur Géza fingið pappír uppá at hann er føroyingur

Fólkatingið hevur í morgun staðfest, at Géza Dávid Turi nú er danskur ríkisborgari

Jóannes Hansen
19. desember 2024 kl. 13:35

Tað hevur leingi verið bíðað eftir tí, og nú er tað veruleiki.

Fyrrapartin var tað staðfest, sum Géza Dávid Turi leingi hevur bíðað eftir. Í fólkatinginum varð fyrrapartin formliga staðfest, at Géza er danskur ríkisborgari. Tað ber við sær, at hann hevur øll rættindi og allar skyldur, sum aðrir ríkisborgarar hava.

- Eg havi allar møguligar kenslur. Tað er ringt at finna orð fyri hesum, sigur Géza Dávid Turi við in.fo.

Géza Dávid Turi verður vanliga nevndur “Lítli Geza” í víkingaumhvørvinum í Sarpugerði. Hann er sonur fyrrverandi málverjan hjá GÍ og Víkingi, Géza Tamás Turi, og Zsuzsanna Nagy úr Ungarn.

Pápin kom til Føroya í 2006 at spæla fótbólt. Hann spældi við GÍ fram til samanleggingina og síðani við Víkingi, inntil hann gavst at spæla í 2017. Síðani hevur hann verið málmansvenjari og í nógv ár hevur hann arbeitt sum handverkari.

At formligu viðurskiftini eru komin upp á pláss ber við sær, at Géza Dávid Turi nú hevur lo9yvi at spæla á føroyska landsliðnum. Tað iðraði bæði Géza og víkingar og føroyskan fótbólt yvirhøvur, at Géza ikki hevði rætt at spæla á yngru landsliðunum. Eingin ivaðist í, at hann hevði dygdirnar til tað.

Nú er spurningurin, nær miðvallarin hjá Víkingi fer at fáa landsliðsboð. At hann fer at fáa boð man eingin ivast í, tí hann hevur í fleiri ár verið miðvallargeneralur á meistaraliðnum hjá Víkingi.

Sambært FaroeSoccer hevur 23 ára gamli Géza Dávid Turi higartil spælt 118 landskappingardystir í bestu deildini og skorað 8 mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 18 dystir, og so hevur hann spælt 10 altjóða dystir við Víkingi. Og nú fæst at síggja, hvussu tað verður við landsdystum.