Nú kann tað ikki bíða longur við hesum sorgarleiki

Tingmaður úr samgonguni vil nú hava greið boð frá landsstýrinum um dialýsu-viðgerðina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Áki Bertholdsen
13. september 2023 kl. 15:47

– Nú mugu vit fáa at vita akkurát nær dialýsu-viðgerð verður at fáa á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Tað sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Í gjár bóru vit tey tíðindi, at nú hevur Suðuroyar Sjúkrahús gjørt sín part í hesum sambandi. Tað er at útvega høli og at útvega dialýsu-tólini.

Men dialýsan á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður undir læknafakligum eftirliti av dialýsu-eindini á Landssjúkrhúsinum.

Og í gjár vistu vit eisini at siga, at har eru tey ikki klár at átaka sær at geva dialýsu á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tey hava søkt eftir fólki til endamálið, men tað eydnaðist ikki at seta størvini og tí verður nú søkt av nýggjum.

Men hetta merkir, at tað er eitt sindur óvist, hvussu verður við dialýsu-viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men leiðslan á Landssjúkrahúsinum vónar, at tað fæst í rættlag fyri ársskiftið.

Óvissan hevur nú fingið Bjarna Hammer at reisa málið á Løgtingi og tí hevur hann nú spyrt partakvinnuna, Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, akkurát nær dialýsa kann fáast á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

– Í áravís hevur tað verið eitt brennandi ynski í áravís at fáa dialysu-viðgerð í Suðuroynni, staðfestir hann.

Hann sigur, at nógvar royndir eru gjørdar, men tíverri hava heilsumyndugleikarnir í miðstaðarøkinum ikki vilja sett hetta í verk.

Dialýsu-sjúklingar í Suðuroynni, hava tí verið noyddir av oynni tríggjar ferðir um vikuna - í øllum veðri - norður á Landssjúkrahúsið at fáa dialýsu.

– Tað er óskiljandi, at viljin ikki hevur verið til staðar at geva hesum heilsubótina á staðnum, tá ið hugsað verður um, hvussu sjúk tey kunnu vera, og hvussu strævin túrurin til Havnar er hjá teimum, sigur Bjarni Hammer.

– Nøkur er longu flutt av oynni, frá hús og heimi, tí tey ikki orkaðu meira, leggur hann afturat

– Fyri at koma hesum sorgarleiki til lívs hevur politiska skipanin, av sínum eintingum, markað pening á fíggjarlógini til dialýsu-tól á Suðuroyar Sjúkrhúsi, og til raksturin.

– Útgerðin er sett upp á Suðuroyar sjúkrahúsi og mánadain klárt at seta tólini ígongd.

– Tí er sera umráðandi, at tað ikki verður drálað longur við viðgerðini. Vit mugu fáa at vita, júst nær dialysu-sjúklingar, búsitandi í Suðuroynni, kunnu vænta at fáa dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi, sigur Bjarni Hammer.