Nú kemur Fólkaheilsustýrið

Fólkaheilsustýrið verður veruleiki á nýggjárinum, men pengar eru longu settir av á fíggjarlógini fyri í ár til fyrireikingarnar, sum fara í gongd beinanvegin. Landsstýrismaðurin fegnast um góðu undirtøkuna

(Mynd: Heilsumálaráðið)
Sigurjón Einarsson
3. mai 2022 kl. 12:37

Løgtingið hevur einmælt tikið undir við uppskotinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, um at seta á stovn eitt føroyskt Fólkaheilsustýri.

Formliga verður Fólkaheilsustýrið stovnsett á nýggjárinum, men pengar eru longu settir av á fíggjarlógini fyri í ár til fyrireikingarnar, og tær fara í gongd beinanvegin.

Tað hevur leingi verið eitt ynski í bæði heilsuverkinum og hjá skiftandi landsstýrissamgongum at savna eina røð av týðandi heilsufakligum uppgávum, sum í dag eru spjaddar ímillum ymiskar heilsufakligar stovnar og myndugleikar, í eitt Fólkaheilsustýri, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.

- COVID-19 vísti okkum, at tað er tørvur á einum sentralum og sterkum fakmyndugleika á heilsuøkinum, ikki minst tá talan er um kreppustýring. Í kreppustøðum hevur tað alstóran týdning at kunna taka skjótar avgerðir, og at tað er stutt ímillum avgerðir og gerðir. Effektiviteturin í heilsuverkinum sum heild fer at verða munandi styrktur, nú vit fáa savnað myndugleikar og orku á einum stað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, við heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum.

Meira effektivt heilsuverk
Higartil hevur tað ikki borið á mál at umseta hetta ynski til veruleika, men nú bleiv so koronufarsóttin beinleiðis orsøk til, at ferð av álvara kom á málið.

Fólkaheilsustýrið skal í fyrstu syftu fevna um virksemið, sum í dag er í Fólkaheilsuráðnum, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Ílegusavninum, men afturat hesum fær stýrið fleiri nýggjar uppgávur at loysa og umsita.

Kelda: Heilsumálaráðið