Nú koma Nato-skipini aftur hendan vegin

Tey vóru her fyri viku síðan, men nú koma tey aftur, Nato-skipini. Men hesa ferð boðar Uttanríkismálaráðið frá, at ein venjing verður í Norðuratlantshavi komandi 11 dagarnar, har skip eisini koma inn í føroyskt sjóøki at gera venjingar

(Mynd: Courtesy of UK Royal Navy)
Sigurjón Einarsson
13. juni 2022 kl. 09:40

Tað vóru mong, ið hvukku við, tá eini seks hernaðarskip vóru á veg til Føroya fyri einari viku síðan. Skipini sigldu millum oyggjarnar.

Landsstýrismaðurin við uttanríkismálum, Jenis av Rana, segði tá, at skipini vóru á veg til Íslands.

– Teir hava biðið um og fingið loyvi at leggja leiðina umvegis Føroyar, segði landsstýrismaðurin við jn.fo tá.

Men nú koma Nato-skipini aftur hendan vegin, tí komandi 11 dagarnar verður Nato-venjing í Norðuratlantshavi, har nøkur skip eisini fara at gera siglingarvenjingar í føroyskum sjóøki umframt at flogið verður eisini í samband við venjingina, boðar Uttanríkismálaráðið frá á heimasíðu sínari.

Flotavenjingin, sum hevur heitið, Dynamic Mongoose, byrjar í Reykjavík í dag, heldur á í 11 dagar og endar í Bergen.

Tilsamans 11 skip, tríggir kavbátar og 16 patruljuflogflør úr Bretland, Kanada, Fraklandi, Niðurlondum, Danmark, Noreg, USA og Týsklandi eru við í venjingini. Talan er um eina afturvendandi venjing, sum á hvørjum ári verður hildin í Norðurhøvum.

– Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum. Hugsast kann, at okkurt av skipunum, sum taka lut, koma í føroyska havn. Í tann mun, vant verður í føroyskum sjóøki, verður tað í høvuðsheitum norðanfyri, skrivar heimasíðan hjá Uttanríkismálaráðnum.

Til ber hjá skipum og bátum at fáa samband við førini, sum eru við í venjingini, á VHF.

– Tey halda seg til galdandi trygdarreglur hjá Nato viðvíkjandi venjingum. Reglurnar hava til endamáls í minst møguligan mun at ávirka ferðslu og virksemi í tí øki, vant verður. Meginreglan er, at tann, sum venur, skal víkja til tess ikki at ávirka ferðslu ella virksemi, til dømis fiskiskap.

Skip og bátar kunnu eisini venda sær til Vørn/MRCC.

(Myndir: Courtesy of UK Royal Navy)

Kelda: Uttanríkismálaráðið