Tað er alt styttri millum bilarnar í undirsjóvartunlunum.
Í desember í 2024 koyrdu tað 6073 bilar í miðal í Eysturoyartunlinum um dagin. Tað eru 278 bilar fleiri í miðal um dagin, enn tað gjørdu í desember 2023.
5200 bilar koyrdu í miðal um dagin millum Eysturoy og Streymoy, og 873 bilar koyrdu í miðal um dagin millum Rókina og Strendur.
Ferðslan í Eysturoyartunlinum
kelda: tunnil.fo
Nú restar lítið í, at miðalferðslan í Eysturoyar og Sandoyartunlunum røkkur 7000 bilum um samdøgrið. Í Sandoyartunlinum var ferðslan í desember 2024 906 bilar og samlaða talið í miðal um samdøgrið í báðum tunlunum hjá partafelagnum Eysturoyar – og Sandoyartunlar var 6979.
Ferðslan í Sandoyartunlinum
kelda: tunnil.fo
Í Norðoyatunlinum koyrdu tað í desember 2024 í miðal 4141 um samdøgrið. Tað eru 420 bilar fleiri enn sama mánað í 2023.
Í Vágatunlinum var ferðslan í desember 2024 2447 bilar um samdøgrið, meðan hon í desember 2023 var 2356 bilar í miðal fyri hvørt samdøgur.
Í Sandoyartunlinum var ferðslan í desember 2024 906 bilar í miðal fyri hvørt samdøgur. Tunnilin læt upp í desember 2023, tá ið miðalferðslan var 781 bilar um samdøgrið. 21. desember 2023 varð koyrandi undir Skopunarfirði. Tá varð roknað við, at tað fóru at koyra 300 – 400 bilar í miðal um samdøgrið.
Ferðslan í Vágatunlinum
kelda: tunnil.fo
Ferðslan í Norðoyatunlinum
kelda: tunnil.fo