Nú riggar gjaldsskipanin aftur á almennu løðistøðunum til el-bilar

Frá klokkan átta í morgun skulu fólk, ið løða sær bilin á almennu løðistøðunum, aftur gjalda fyri at fylla sær el-tangan

Vegna tøkniligar avbjóðingar millum veitararnar av gjaldskipanini og løðiskipanini, hevur tað ikki borið til at avgreiða gjald fyri almenna løðing í fleiri mánaðar. (Mynd: hagstova.fo).
Kristian Waag Dam
26. juli 2022 kl. 09:20

Nú verður gjald aftur kravt fyri løðing á almennu løðistøðunum. Hesum boðaði SEV frá á heimasíðu teirra í gjár, eftir at tað í fleiri mánaðar hevur verið ókeypis at løtt á almennu løðistøðunum. Frá klokkan átta í morgun verður kravt gjald fyri løðing á almennu løðistøðunum kring landið.

Fyri nøkrum mánaðum síðani fór SEV í holt við at skifta gomlu gjaldsskipanina á almennu løðistøðunum út við eina nýggja. Tá avgjørdi SEV, at almennu løðistøðirnar skuldu vera til taks hjá brúkaranum, meðan nýggja gjaldsskipanin var sett í verk.

Men vegna tøkniligar avbjóðingar millum veitararnar av gjaldskipanini og løðiskipanini, hevur tað ikki borið til at avgreiða gjald fyri almenna løðing í fleiri mánaðar. Elbilaeigarar hava tískil kunna løtt bilin ókeypis á almennu løðistøðunum.

Aftaná fleiri mánaðar, er trupulleikin millum veitararnar endiliga loystur og gjaldast skal nú aftur fyri løðing á almennu løðistøðunum kring landið.