Nú skal FT Samskifti hava nýggjan stjóra

Avloysarin hjá Hans Jákupi Langgaard skal nú finnast og umsóknir skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi 10. februar

Sveinur Tróndarson
28. januar 2022 kl. 12:03

Tað kom eitt sindur óvart á, tá Hans Jákup Langgaard um hálvan november segði seg úr starvi sum stjóri í kundavenda felagnum hjá Føroya Tele, FT Samskifti.

Hans Jákup Langgaard tók við starvinum í juni 2016 og tað var einki sum bendi á, at hann fór at siga seg úr starvinum. Men tá hann fekk eitt tilboð um at gerast stjóri í aðrari fyritøku, og eisini medeigari, gjørdi hann av at taka av og siga starvið hjá Føroya Tele frá sær.

Tað er ikki tí, at hann flutti so langt, tí hann er framvegis í sama grannalagi, bara nú sum stjóri í Bilasøluni, sum liggur eitt hanagleiv frá høvuðssætinum hjá Føroya Tele, ístaðin.

Men nú skal nýggjur stjóri finnast til FT Samskifti. Tað sæst á heimasíðuni hjá Føroya Tele, har tey í gjár løgdu ein starvslýsing út.

- FT Samskifti er kundavenda drívmegin í Føroya Tele-samtakinum, og fremsta málið hjá felagnum er at veita einfalt fjarskifti og altíð seta kundan í miðdepilin. Umframt allan kundafrontin byggir FT Samskifti á tøkniliga undirstøðukervið í samtakinum og hevur alt farnetið um hendi.

- Felagið er sett saman av fakliga, fjølbroyttum starvsfólkahópi við samanlagt 102 starvsfólkum. Vit leita eftir stjóra, sum skal hava dagliga leiðslu av samlaða virksemi felagsins; herundir evstu ábyrgd av vinnu- og privatkundaøkjunum, stendur í starvslýsingini.

Krøvini til stjóran eru, at hann hevur útbúgving frá hægri lærustovni, drúgvar arbeiðsroyndir á kunningar- og samskiftisøkinum og hollar royndir við fíggjarstýring. Eisini er tað ein fyrimunur, um nýggi stjórin hevur drúgvar leiðsluroyndir, stendur millum annað í lýsingini hjá Føroya Tele.