Nú skal greiða fáast á heilt avgerandi máli fyri Føroyar

Løgmaður og Mette Frederiksen hava nú sent hægstarætti eina felags áheitan um at kanna málið

Áki Bertholdsen
10. januar 2025 kl. 10:19

Nú fer nevndin, sum skal taka støðu til, um Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO, til verka.

Hetta hendir, eftir at Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, í sambandi við ríkisfundin í Keypmannahavn fyrrapartin, undirskrivaðu eina felags áheitan á Hægsta Rætt um formliga at seta nevndina.

Nevndin skal taka støðu til henda stutta spurningin:

Er limaskapur Føroya í egnum navni í World Trade Organization (WTO) sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya?

Løgmaður sigur í tíðindaskrivi, at føroyskur WTO limaskapur hevur alstóran týdning fyri Føroyar og føroyska búskapin.

Nevndin, sum skal setast at útgreina málið, er ein nevnd, sum verður sett eftir grein seks í heimastýrislógini. Og hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at hon verður brúkt.

– Tað var eitt stórt og søguligt stig, tá vit saman og í semju – bæði í Føroyum og Danmark, samdust síðsta summar, um at royna nevndina fyri fyrstu ferð nakrantíð.

– Eg veit, at summi hava ótolnast eftir at nevndin fór til verka. Men hetta eru ótroddar gøtur, og tí hevur verið neyðugt við fyrireikingartíð.

– Eg fegnist um, at nevndin nú formliga fer til verka, og eg ivist ikki í, at nevndin fer at arbeiða skjótt, og síggi fram til eina niðurstøðu í ár. Aksel V. Johannesen.

Tað var í sambandi við ríkisfundin í Aalborg síðsta summar, at løgmaður og danski forsætisráðharrin samdust um søguliga stigið, at spurningurin um føroyskan WTO limaskap skuldi roynast í einari serligari nevnd eftir grein seks í heimastýrislógini. Hetta varð gjørt eftir, at landsstýrið hevði fingið undirtøku frá einari samdari uttanlandsnevnd.

Hóast heimastýrislógin hevur nærum 80 ár á baki, hevur hendan grein 6 nevndin ongantíð áður verið sett. Tí hevur verið neyðugt at fyrireika gjølla, hvussu nevndin skal setast, og hvussu hon skal virka. Hetta hava Løgmansskrivstovan og Statsministeriet arbeitt við síðani í summar. Semja er nú um hesi viðurskifti, sum eru lýst í felags áheitanini á Hægsta Rætt, sum í dag er undirskrivað.

Landsstýrið og danska stjórnin velja hvør síni tvey umboð í nevndina og Hægsirættur velur trý umboð. Eru føroysku og donsku umboðini samd, verður ta endaliga niðurstøðan.

Føroya landsstýrið og danska stjórnin hava, hvør í sínum lagi, valt tvey umboð í nevndina. Í næstum verður kunngjørt, hvørji umboðini í nevndini eru.